Eiga framvegis fyrsta sigurin til góða

Partick Thistle, sum aftur hesa ferð hevði Jákup Mikkelsen á beinkinum, megnaði ikki at varðveita leiðsluna og er framvegis aftast

SKOTLAND

Eftir sjúkraleguna var Jákup Mikkelsen á beinkinum hjá Partick Thistle, tá ið teir leygardagin vóru á graslíkisvøllinum í Dunfirmline. Úrslitið var 2?1 heimasigur, og tað ber við sær, at Partick Thistle framvegis eigur fyrsta sigurin í hesum kappingarárinum til góða. Teir eru aftast við tveimum stigum, og tað eru tvey stig fram til Aberdeen og trý stig fram til Dundee United. Hesi bæði liðini hava bara vunnið eina ferð í ár. Í báðum førunum hevur tað verið ímóti Partick Thistle.
Gerry Collins, Partick Thistle venjarin, var ikki blíður eftir dystarenda. Hann helt heilt lítið um, at liðið hjá honum hevði verið partur í uppgerð á graslíki, sum nógva regnið ikki gjørdi tað lættari at spæla á.
? Ímyndi tykkum hvat Wenger og Fergueson høvdu sagt, um Arsenal ella Manchester United hevði verið bjóðað graslíki at spæla á, gav Partick Thistle venjarin, sum ivaleyst man kenna seg eitt sindur kroystan, ilt av sær.
Fyrra umfarið kom einki mál. Fimm minuttir eftir hvíldina legði James Grady Partick Thistle framum. So setti heimaliðið eitt sindur meiri ferð á, og tað eydnaðist teimum at fáa tvey mál. Í báðum førunum var tað skotski landsliðsspælarin, Stevie Crawford, sum var meistari fyri málunum, og í báðum førunum var tað úr stuttari fjarstøðu, at hann skoraði.
Hetta var fyrsti sigurin hjá Dunfirmline á nýggja graslíkinum. Sigurin kundi havt verið uppaftur trivaligari. Eina ferð sendu teir í stólpan, og eina aðra ferðina varð málið kolldømt fyri rangstøðu.
Kenny Arthur var í málinum hjá Partick Thistle, og sambært skotsku bløðini átti hann ikki lut í málunum, og hann verður róstur fyri at hava havt onkra góða bjarging.
Dunfirmline er á fjórða plássi. Enn sum áður eru tað Glasgow feløgini Rangers og Celtic, sum stríðast um oddasessin. Partick Thistle er eitt av smáu feløgunum í Glasgow, og tað ber ikki til at siga annað, enn at støðutalvan boðar frá, at felagið hjá Jákupi Mikkelsen rættuliga er í skugganum av stóru feløgunum. Nú Jákup er komin fyri seg eftir sjúkraleguna fæst at síggja, um Gerry Collins fer at seta hann aftur í málið og harvið at lata hann koma úr skugganum á Kenny Arthur.