Eiga at umhugsa at seta ferð á kolagrevstur í Hvalba

Torbjørn Jacobsen vil nú hava at vita frá landsstýrinum um nakrir tankar eru frammi um at seta ferð á kolagrevsturin í Hvalba

Kolagrevstur

Hevur Landsstýrið tikið nøkur ítøkilig stig, fyri at menna og vaksa um grevsturin eftir koli í námunum í Suðuroy?
Tað er ein spurningurin, sum Tórbjørn Jacobsen, tingmaður, vil hava svar upp á í dag.
Hann hevur tí sett Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum ein fyrispurning í tinginum um kolagrevsturin í Hvalba.
Væntandi verður spurningurin svaraður seinnapartin í dag.
Tingmaðurin vísir á, at nú er oljan nógv dýrkað og tí verður leitað eftir alternativum orkukeldum kring allan heimin
Í Føroyum finnast í løtuni tær tríggjar orkukeldurnar vatn, vindur og kol.
 Kolagrevstur er gomul vinna í Føroyum. Í Suðuroy. Hesi árini oljuprísurin hevur ligið á einum sámiligum støði, hevur áhugin fyri hesi alternativu orkukeldu verið minimalur.
 Í nógv ár hevur Føroya Landsstýrið havt sáttmála við Roynds Kolasølu í Hvalba, fyri at tryggja, at kol í heila taki verður høgt í Føroyum. Tí hevur kolavinnan í Hvalba fingið eina góða hálva millión í stuðuli um árið, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann vil tí hava at vita frá landsstýrismanninum, hvussu nógv er brúkt stuðlinum í ár, og um landsstýrið hevur gjørt nakra kanning av, um tað kanska er ein gongd leið, bústaðar- og samfelagsbúskaparliga, at seta meira ferð á hesa vinnu aftur.
Sí annars grein aðrastaðni í blaðnum um, at "Eftirspurningurin eftir koli úr Hvalba er eksploderaður".