Høvdu vit kynsbýtta undirvísing partar av tíðini, høvdu dreingirnir fingið ein steðg, tá teimum tørvaðu tað, skrivar Torfinn Højgaard, nevndarlimur Føroya Lærarafelags Tórfinn Højgaard, skrivar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, at genturnar tykjast at vera munandi betur fyri skúlaliga enn dreingirnir, og at hetta er eitt rák, sum allur vesturheimurin stríðist við.
- Tí eiga vit at bøta um hetta, sigur hann og staðfestir, at vit hava eina skúlaskipan, har børn ganga í flokki saman í níggju ár, óansæð um tey duga væl ella minni væl, eru dreingir ella gentir. Hann greiðir víðari frá, at kanningar vísa, at 6 ára gamlir dreingir kunnu konsentrera seg í 10-12 minuttir, meðan javngomlu genturnar kunnu savna seg í 22-23 minuttir.
- Vit eiga at taka hesi tøl til okkara, og kynsbýta partar av undirvísingini, sigur Tórfinn Højgaard. Hann ímyndar sær ein flokk, har tey sita og arbeiða við einum ávísum evni.
- Tá dreingirnir hava brúk fyri einum steðgi, eru genturnar mest móttakiligar. Hetta má geva lærarum trupulleikar, sigur hann.
Tórfinn Højgaard sær fyri sær, at hetta uppá sikt verður ein stórur trupulleiki, tí dreingirnir koma skjótt afturút.
- Tá komið er í fjórða flokk, hava vit mist partar av dreingjunum. Ikki tí teir eru býttir, men tí teir skula bara verða undirvístir á annan hátt, sigur hann. Og hann vísir til ástøðið um, at dreingir móttaka undirvísingina betur, um hon vendir sær til høgru heilahálvu.
- Vit eiga at taka hædd fyri tí, sum serfrøðin sigur, og møta barninum, har sum tað er, sigur Tórfinn Højgaard.










