Eiga at fáa eftirútbúgving fyri sniðgevar til Føroya

Norðurlandaráðið hevur mælt ráðharraráðnum til at menna og seta í verk eitt eftirútbúgvingartilboð fyri eitt nú sniðgevar, og á løgtingsfundi í dag róðu tingfólk uppundir, at tað rætta er, at eftirútbúgvingin verður skipað í Føroyum.

Kristianna Winther Poulsen úr Sjálvstýrisflokkinum segði, at vit hava fleiri dugnaligar sniðgevar, og hon nevndi í hesum viðfangi á Guðrun og Guðrun og troyggjuna, sum er vorðin kend víða um lond.

Umframt eftirútbúgvingartilboðið hevur Norðurlandaráðið mælt ráðharraráðnum til at seta í verk eitt átak fyri einari felags norðurlendskari endurnýtsluverkætlan innan toy- og klædnavørur.

Løgtingið hevur fyrrapartin viðgjørt frágreiðingina um arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum í fjør. Tað vóru tey bæði løgtingsvaldu umboðini, Helgi Abrahamsen og Høgni Hoydal, sum løgdu frágreiðingina fyri Løgtingið, sum beindi hana til viðgerðar í uttanlandsnevndini.