Rógvi Nybo
- Tað er mín fatan, at undirtøka er í flestu flokkum, fyri at fáa leiguútreiðslurnar hjá tí almenna niður við at byggja nýtt. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi.
Hann vísir á, at hóast tað ikki í øllum førum er betri at byggja enn at leiga, so kundu um ikki annað 20 milliónir av teimum knapt 40, sum tað almenna leigar fyri um árið, skjótt forrentað nýbygging.
- Man hevði eisini skjótt kunnað sett virksemi í gongd í byggivinnuni, um tað almenna fór undir at byggja nýggjar bygningar til almennu umsitingina og ymsu stovnarnar. Gagnið er eisini, at mann fær stovnar, sum eru bygdir til endamálið, og her hugsi eg serliga um bústovnar til fólk við serligum tørvum, har tað í løtuni í flestu førum eru leigumál inni í húsum, sum als ikki eru gjørd til endamálið, staðfestir hann.
Men ein trupulleiki við at byggja, er at ein slíkur nýbygningur helst er í Havn. Førir hetta ikki til ov nógva miðsavning?
- Vit mugu góðtaka, at Tórshavn er høvuðsstaðurin hjá okkum, og at tað tí er her, at stórur partur av stjórnarumsitingini eigur at verða. Men hvør sigur, at mann skal byggja júst í Havn? Í fleiri førum kundi tað eins væl verið onkra heilt aðrastaðni, staðfestir Høgni Hoydal.
- Samanumtikið kann tú siga, at fer tú at rokna 10 – 20 ár aftur í tíðina, hvat er nýtt, og 10 – 20 ár fram í tíðina, so er talan her um fleiri hundrað milliónir krónur, sum eru brúktar í leiguútreiðslum. Og tað sum tú ger, tá tú leigar, tað er at tú virðisøkir í veruleikanum bert ein bygning, sum onkur annar eigur, staðfestir Høgni Hoydal.
Er tað ikki ein sannroynd, at lokalpolitikkur kann forkoma eini slíkari ætlan í føðingini?
- Jú, vandin er har, at lokalpolitikkur kann leggja fót fyri einari slíkari ætlan um at byggja nýtt, heldur enn at framhaldandi leiga, játtar Høgni Hoydal.