Eidesgaard á árligum fundi við danska búskaparmálaráðharran

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, er á árliga fundinum við danska vinnu- og búskaparmálaráðharran, Brian Mikkelsen, kunnaður um støðuna hjá føroysku peningastovnunum. Á fundinum luttóku eisini danska fíggjareftirlitið og danski tjóðbankin.

Kunnandi fundur var eisini við Finansiel Stabilitet A/S, sum er felagið, ið vegna myndugleikarnar ger metingarnar, tá staturin skal veita peningastovnum lán ella veðhald.

Fíggjarøkið er danskt málsøki, tí tekur Fíggjarmálaráðið ikki lut í eftirlitinum av føroysku peningastovnunum, men hevur samskifti við donsku myndugleikarnar. Einaferð um árið ? í august ? er fundur millum føroyskar og danskar myndugleikar.

Høvuðsendamálið við fundinum er, at danski vinnu- og búskaparmálaráðharrin kunnar um og viðger saman við landsstýrismannin í fíggjarmálum gongdina í føroyska peningastovnsgeiranum. Eisini kunnar danski tjóðbankin um gongdina á penga- og gjaldoyraøkinum.

Búskapargongdin í báðum londum varð somuleiðis umrødd og lógarbroytingar á peningastovnsøkinum, sum skulu setast í gildi í Føroyum, vórðu viðgjørdar.

Fíggjarmálaráðið kann eftir fundirnar staðfesta, at donsku mydugleikarnir einki høvdu at viðmerkja til støðuna í føroyska peningastovnsgeiranum.