ST-fráboðan
-Hetta málið er fullkomiliga farið av sporinum. Fráboðanin hjá donsku stjórnini til ST er bygt upp til nakað, sum tað slettis ikki er. Bæði løgmaður og Høgni Hoydal hava seinastu dagarnar blást málið upp til nakað, sum als ikki hevur hald í veruleikanum.
Royndi løgfrøðingurin, Halgir Winther Poulsen, ristir við høvdinum, tá hann verður biðin um at lýsa hvassorðaða kjakið millum løgmann og Høgna Hoydal um fráboðanina til ST um uttanríkispolitisku lógina.
Seinastu dagarnar hava Eidesgaard og Hoydal dúgliga munnhøggast í fjølmiðlunum, har vanlig føroyski hyggjarin, lesarin og lurtarin hevur havt ilt við at finna eina reyðan tráð í øllum orðameldrinum, har báðir politikararnir ikki hava hildið seg aftur við sleingja út við hugtøkum og orðingum, sum hevur fløkt málið meir enn nakað annað
Meðan løgmaður hálovar ST-fráboðanini, og skýrir hana at vera ein stórsigur á sjálvsstýrisleið, tí Føroyar loksins fáa staðfest sín sjálvsavgerðarrætt í altjóða samfelagnum, dregur Høgni Hoydal á hin bógvin, og kallar fráboðanina fyri størsta álop á fullveldisrørsluna í Føroyum. Hetta uppáhald byggir hann á, at Føroyar fyri fyrstu ferð hava fráboðað altjóða samfelagnum, at Føroyar ikki eru Føroyar longur, men "Kongeriget for så vidt angår Færøerne"
Hvørgin rætt
Halgir Winter Poulsen slær fast, at fráboðanin til ST als ikki hevur tann týdning, sum løgmaður og Høgni Hoydal hava lyndi til at gera hana til.
-Tá løgmaður sigur, at fráboðanin tryggjar Føroyum at kunna stíga úr ríkisfelagsskapinum einsíðugt, so tað er ikki rætt. Lykilin til loysingina liggur hvørki í New York ella á Christiansborg, men í Føroyum. Megna vit einaferð at finna ein stóran meiriluta fyri fullveldi í Føroyum, skal hetta krav framvegis boðast dønum, og síðan skulu vit samráðast við teir um okkara fullveldi. Á tí økinum er einki broytt við brævinum til ST, vísir Halgir Winther Poulsen á.
Sambært løgfrøðinginum er tað heldur ikki í tráð við veruleikan, tá Høgni Hoydal førir fram, at Føroyar eru blivnar húskallur hjá dønum, sum formaður Tjóðveldisfloksins hevur málborið seg í vikuni.
-Tað, hann sigur er burturvið. Fráboðanin hevur als ikki gjørt Føroyar hava mist ein týðandi part av sjálvsavgerðarrættinum. Í altjóða høpi hava vit somu støðu, vit høvdu áðrenn brævið fór frá Anders Fogh Rasmussen til ST, sigur hann.
Halgir Winter Poulsen greiðir frá, at føroyingar framvegis lúka øll krøv sambært altjóða rætti til at vera viðurkendir sum serstøk tjóð og eiga sostatt sjálvsavgerðarrætt, og hetta er ikki broytt eftir fráboðanin til ST.
Spurdur hvønn týdning, hann leggur í fráboðanina til ST-fráboðanina, svarar Halgir Winther Poulsen: Tað er sjálvandi positivt, at Danmark hevur fráboðað ST, at í danska kongaríkinum er ein tjóð, sum eitur Føroyar, ið hevur sjálvsavgerðarrætt. Størri týdning leggi eg ikki í fráboðanina.
Eingin politikkur
-Tað er eftir míni meting rættiliga synd, at føroyska politiska skipanin í so langa tíð hevur hildið seg undan tí, tað veruliga snýr seg um - politikk - og heldur vavt seg inn í ógreiða hugtakið sjálvsavgerð arrættur.
Soleiðis segði løgfrøðingurin, Bárður Larsen, í viðtalu við Sosialin í gjár. Halgir Winther Poulsen tekur fult undir við hesum uppáhaldi hjá Bárði Larsen. Hann vísir á, at føroyskur politikkur er blivin til eitt slag av løgnari løgfrøði heldur enn politikkur, sum tað sjálvsagt átti at verið.