Eiðismenn ilt í búkinum

- Illgruni er til vatnið og tað kunnu vit ikki hava sitandi á okkum. Tí eru royndir sendar til kanningar. Úrslitið fyriliggur komandi leygardag, sigur Hans Jacob í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður

Tað stendur illa til við heilsuni á Eiði í hesum døgum. Fólk hava ilt í búkinum. Summi hava ein feril, onnur eru illa fyri. So illa, at onkur er endaður á hospitalinum. Deymurin av kollektivari búkilsku hongur yvir bygdina og hørð kapping er um wc-kummuna í einstøkum húsum. Eiðismenn vita ikki hvat er áfatt. Tað einasta sum er greitt, er, at okkurt órógvar magan og strongd er ikki orsøkin, nú í hægstu feriutíð.

- Vit skilja einki og eg trúgvi sjálvur einki upp á, at drekkivatnið er orsøkin. Men vit vilja ikki hava sitandi á okkum, at nakað er galið við vatninum, tí er ein maður farin til Havnar í dag eftir nøkrum góðkendur íløtum frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og síðan verða vatnroyndir tiknar. Hóast Heilsufrøðiliga Starvsstovan er stongd vegna summarsteðg í løtuni, so fara teir at kanna vatnið. Úrslitið fyriliggur í morgin, segði Hans Jacob í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður á Eiði á middegi í gjár við Sosialin.

- Fólk eru sjúk í búkinum á Eiði. Summi eru verri fyri onnur hava lættari búkilsku. Okkurt er galið, vit vita ikki hvat. Eg havi ógvuliga ilt við at trúgva, at nakað er galið við drekkivatninum. Nýggja vatnskipanin varð tikin í brúk fyri trimum árum síðan og tá fingu vit bláa stemplið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hetta er galdandi í fimm ár. Alt drekkivatnið á Eiði verður tikið beinleiðis úr Keldum og tað verður leitt í ein lokaðan brunn. Øll drekkivatnsskipain er ein lokað skipan, og tí metti Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at ikki var neyðugt við einum reinsiverki, sigur Hans Jacob í Kollsbyrgi.

- Hevði búkilskan verið í Ljósáum ella Svínáu, so kundi eg skilt tað, tí har verður enn nýtt áarvatn. Men úr hesum bygdum hoyrist einki um búkilsku. Vit arbeiða annars við eini ætlan um at fáa kelduvatn til hesar bygdir, sigur bygdarráðsformaðurin.

Drekkivatnið á Eiði verður tikið úr sjey keldum kring bygdina.

Reinførið á Eiði er tiltikið. Bygdin er útnevnd til reinastu bygd í Føroyum í ár.