- Fyri meg er eingin ivi um, at hetta málið hevur skund. Tað er nú ella aldrin, sigur Jógvan Mørkøre, sum eisini situr í bygdaráðnum.
Eitt slíkt mentanarhús skal gerast til eitt veruligt mentanarhús við øllum tí sum hartil hoyrir. Men hann hevur eisini aðrar ætlanir við tí:
Mentanarhúsið skal í víttfevnda virksemi sínum somuleiðis rúma eini framsýning við einum modelli av bygdini, soleiðis sum hon sá út fyri 100 árum síðani. Í hesum nágreiniliga modellinum eru omanfyri 170 lutir.
Fyri Jógvan er eingin ivi um, at eitt slíkt modell er eitt ómetaligt mentunarligt virði, tá hesin parturin við staðarnøvnum, nøvnum á fólkum og øðrum upplýsingum eru fingin til vega.
– Hetta málið hevur skund, tí fólk sum kenna til hetta, fækkast á hvørjum ári, sigur hann.
Hann ætlar nú at fáa gongd aftur á málið um mentanarhúsið, og fer á fyrstkomandi bygdaráðsfundi at leggja fram eina frágreiðing um alt málið.
Skapa eitt umhvørvi
Jógvan Mørkøre hevur sum nevnt gjørt hetta modellið liðugt av einum komandi miðbýi á Eiði. Her er talan um stórarbeiði, sum hann hevur lagt ein hóp av tímum í at fullføra.
Umframt hetta hevur hann eisini grundgivið fyri hugskotinum aftanfyri einum mentunarhúsi á Eiði. Hetta er eisini stórarbeiði.
Her vísir hann á, at ætlanin er ikki at hetta húsið skal gerast eitt samkomuhús í bygdini. Ætlanin er hinvegin at hetta skal verða eitt veruligt mentanarhús.
- Ja, hetta skal gerast til eitt stað, har ein bevíst vil skapa eitt kvirt og gott umhvørvi um alt tað virksemi sum ein skal kunna møta í hesum húsinum, sigur Jógvan Mørkøre.
Nógv listarligt virksemi er longu á Eiði, og tí ímyndar Jógvan sær møguleikar fyri at inna list og brúkslist, eins og møguleikar skulu verða fyri smærri konsertum, fyrilestrum og gestaframsýningum.
Út frá hesum er hann sannførdur um, at eitt slíkt mentanarhús fer – sum hann tekur til – at “kveikja kreativar dygdir hjá teimum ungu”.
- Men hetta málið hevur skund. Tí mugu vit handla nú, leggur hann dent á.
Fróðarfólkini fækkast
Ein partur av framsýningini í mentanarhúsinum verður eitt modell av bygdini frá 1900 til 1925. Í hesum parti eru 171 lutir.
Hetta modellið verður mett sum ein týðandi partur í ættargranskingini í bygdini, tí tað er so væl úr hondum greitt. Men tað er eisini júst í hesum, at málið um ætlaða mentanarhúsið hevur skund.
Myndir og kort eru til taks frá hesum tíðarskeiðinum, men neyðugt er somuleiðis at fáa ymiskar smálutir við og sum eldri fólk í bygdini enn minnast.
Tí er tað at hetta modellið – og fyri sovítt øll ætlanin við mentanarhúsinum – hevur tílíkan skund, tí enn eru fólk sum minnast aftur á hetta tíðarskeiðið og húsini á myndunum.
- Men hesi fólkini fækkast á hvørjum ári, sigur Jógvan Mørkøre álvarsamur á málinum.
Latið úr hondum
Hóast mentanarhúsið enn liggur í tí óvissa, hevur Jógvan gjørt sær sína hugsan um, hvat eitt slíkt hús kann rúma og vísa fram.
Á Eiði finnast nevniliga longu nú ein hópur av “aktivum”, sum hann kallar tað: Menniskju sum gjøgnum árini hava latið ymiskt úr hondum, og sum heilt natúrliga eiga at hava heimstað í slíkum húsi.
Hann hevur gjørt sær ein lista við 11 økjum, sum kunnu vísa fram tær dygdir sum henda bygdin við sínum 700 íbúgvum hevur átt, eigur – og fer ikki minst at eiga í framtíðini!
Á hesum lista eru verk eftir Niels Kruse, Óla Egilstrøð, Sigrun G. Niclasen, glarlist, gamalt modell av bygdini, sveinastykkir og nógv annað.
- Men hetta málið hevur skund, endurtekur hann.
Gamalt mál
Tað eru longu sløk 16 ár síðani Jógvan sjálvur kom við hugskotinum um eitt slíkt hús, men enn er tað so bert komið til modellið.
Ikki tí, arbeitt hevur verið hesum málinum: Tá Eiðis kommuna fylti 100 ár í 1994 var ein symbolsk upphædd sett av til hetta, og trý ár seinni var 1 mió. kr. sett av til ætlanina.
Fyri sjey árum síðani var fyrsti parturin av modellinum gjørdur liðugur av Biritu Egilstrøð av Eiði. Síðani er húsið vaksið, og í fjør varð so endaliga modellið liðugt, soleiðis sum myndir eisini vísir.
Modellið vísir haraftrat, hvussu ætlaða mentanarhúsið kemur at prýða miðbýin á Eiði, og hvussu hesin parturin av bygdini kann endurskapa hjartað í bygdini.
Frágreiðing til bygdaráðið
Jógvan Mørkøre er sannførdur um at hetta málið hevur skund. Tað er sum hann sigur tað: - Nú ella aldrin!
Ein av komandi døgunum fer bygdaráðið, har hann sjálvur er limur, at hava fund. Tá ætlar hann at leggja fram eina frágreiðing um alt hetta málið.
Hann vónar tá, at gongd av álvara kemur á hetta stóra, men kortini týdningarmikla mál fyri Eiðis bygd.
Fleiri aktiv í bygdini
Jógvan Mørkøre hevur sett upp ein lista við teimum aktivunum og dygdunum sum er í bygdini.
Á hesum listanum eru 11 slík aktiv, men eingin ivi man vera um, at listin so líðandi kann gerast enn longri.
Hetta eru tey 11 aktivini á listanum:
· 20 málningar eftir Niels Kruse, borin í heim á Eiði í 1871, deyður í 1953. Hann var millum teir fyrstu, um ikki tann fyrsti, listamálarin í Føroyum
· 25 málningar eftir Óla Egilstrøð (1916-1999)
· 10 málningar eftir listamálaran, Sigrun G. Niclasen
· Glarlist frá glarverkstaðnum á Eiði
· Detaljerað modell við 171 lutum av Eiðis bygd 1900-1925, í lutfallinum 1:40.
· Handalig arbeiði frá vevskúlanum á Eiði
· Hondgjørdar smúkkur úr hvalabeini
· Modellskip sum menn av Eiði hava gjørt
· Myndir eftir kenda eiðsmannin og myndamannin, Ásmund Poulsen
· Møguleikar fyri at eitt sveinastykki hjá nýútlærdum sveimi kann vísast fram eitt ávíst tíðarskeið
· Framsýning av konserveraðum plantum og fuglum, og landafrøðiligum lutum sum lýsa náttúruna á Eiði










