Eiði nýggja heimasíðu

Eiðis kommuna hevur í dag fingið nýggja heimasíðu.

– Tað er lokalur serkunnleiki úr Eiðis kommunu, ið hevyr staðið fyri heimasíðusmíðinum, siga tey av Eiði. Myndirnar hava Jóhan Ó. Sigurðsson, og Sigmar M. Mørkøre tikið.

– Heimasíðan er liður í eini ætlan at gera kommununa meiri sjónliga og hetta er eitt sera stórt stig tann rætta vegin. Við hesi heimasíðu kunnu okkara borgarar fáa eina munandi betri tænastu. Heimasíðan, ið er sera upplýsandi, er sjálvandi eisini ein liður í at fáa fólk at trívast og flyta til kommununa. Við hesi heimasíðu kunnu vit vísa øðrum á okkara lága skattaprosent, høga barnafrádrátt og okkara bíligu grundøki, og tað er sum vera man sera umráðandi, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.

Heimasíðan sæst VIÐ AT TRÝSTA HER