Eiði: 118 undirskriftir fyri barnagarði

Beint undan bygdaráðsfundinum á Eiði í gjár fekk borgarstjórin, Tordur Niclasen handaðar 118 undirskriftir. Hesar undirskriftirnar eru frá fólki, ið vil hava barnagarðin í bygdini lidnan skjótast gjørligt.

Tey vísa á, at bygningurin er at kalla liðugur innan, men einki er gjørt uttan.

- Eina ferð varð sagt, at hann skuldi verða liðugur í februar mánaði. Hetta varð síðani útsett til mai mánað, men nú vita vit einki, siga eiðisfólk.

Borgarstjórin Tordur Niclasen kundi kortini vissa fólk um, at arbeiðið við barnagarðinum gongur sum tað skal, og at hann verður klárur at taka í nýtslu í august ? í ár!!