Føroyar eru nummar 14 á styrkislistanum fyri evropiskan ungdómshondbólt í ár.
Les eisini:
Føroyar mettar sum nummar 14 í Evropa
Evropiska hondbóltssambandið hevur ikki latið hetta farið fram við, og í grein um hendan styrkislistan verður sagt at mest áhugaverda søgan í summar er úrslitið hjá Føroyum.
Á heimasíðu síni, eurohandball.com, verður greitt frá, at tá ið U17-dreingirnir vunnu European Open, var finaludysturin vístur á stórskiggja í Havn.
At enda skrivar eurohandball.com at móttøkan í Føroyum var eins glæsilig, við vatnkanónum, ið gjørdu portur fyri flogfarinum.http://www.eurohandball.com/article/33147