Fríggjadagin 17. mai hevði Havbúnaðarfelagið aðalfund í Vinnuhúsinum, og ein nýggjur nevndarlimur varð valdur á aðalfundinum.
Tað boðar Vinnuhúsið frá.
Egill Steintórsson, stjóri í Faroe Farming, varð skotin upp av aðalfundinum, og hann varð einmælt valdur í nevndina. Faroe Farming er eitt alifelag, ið hevur trý aliloyvi í Suðuroy.
Afturat nýggja nevndarliminum halda Hans Jákup Mikkelsen (Marine Harvest), Regin Jacobsen (Bakkafrost) og Atli Gregersen (HiddenFjord) fram í nevndini. Atli Gregersen stóð fyri vali á aðalfundinum, og hann varð afturvaldur.
Góð uppmøting var á aðalfundinum fríggjadagin, og Kristian Petersen, stjóri á Fiskaaling, var fundarstjóri.