Eggja til friðarlig mótmæli

Muslimski Bróðurskapurin í Egyptalandi heitir nú á fólk um at koma saman á Tahrir-torginum í Kairo aftan á fríggjadagsbønina í dag at mótmæla filminum, sum háðar Muhammed profet. Sambært arabiska blaðnum al-Shorouq hevur bróðurskapurin sagt, at talan verður um eitt friðarligt mótmælistiltak.

Hóast Muslimski Bróðurskapurin eggjar til mótmæli, hevur hann samstundis gjørt vart við, at hann fordømir álopið á ta amerikonsku sendistovuna í Kairo, tí harðskapur er í stríð við islamska lóg, verður sagt.

Í nátt brúkti tann egyptiska løgreglan táragass fyri at halda mótmælisfólki burturi frá amerikonsku sendistovuni í Kairo (myndin). Meiri enn 200 fólk vórðu løstað.