- Vit gera ov lítið fyri at eggja føroyingum til at fáa fleiri børn.
Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.
Nú Løgtingið hevur viðgjørt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at hækka barnaískoytið til stakar uppihaldarar, heldur hann, at tað er altíð góður politikkur at bøta um korini hjá barnafamiljum.
Men hann heldur samstundis, at vit tosa alt ov lítið um at bøta um korini hjá vanligu føroysku kjarnufamiljuni við mammu, pápa og børnum.
Bill Justinussen sigur, at skulu vit tosa um fólkavøkstur og at bøta um umstøðurnar hjá fólki at liva í Føroyum, eiga vit at seta okkum tann einfalda spurningin, hvussu vit kunnu eggja familjum at fáa fleiri børn.
Skulu vit tosa um økja um barnatalið, kunnu vit spyrja, hvør, vit kunnu vænta, fer at fáa fleiri børn, um tað er tann staki uppihaldarin uppihaldarin, ella um tað er tann vanliga familjan.
- Eg haldi, at onkuntíð hava vit brúkt rættiliga nógva orku upp á stakar uppihaldarar afturímóti tí vanligu familjuni við einum pápa og eini mammu, sigur Bill Justinussen.
Hann heldur, at vit eiga at gera serlig átøk fyri at eggja familjum at fáa fleiri børn.
- Hann vísir á, at í Finnlandi hava tey ta skipan, at foreldur fáa hækkaðan barnafrádrátt fyri triðja og fjórða barnið.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum er viðgjørdur í samgonguni, men enn er tað ikki komið longri.
- Eg haldi avgjørt, at tað triðja barnið er lykilin til fólkavøkstur í Føroyum, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinum.
- Skulu vit tosa um fólkavøkstur, er tann mest áhugaverdi spurningurin, hvussu vit kunnu eggja familjum at fáa trý, fyri ikki um at tala, fýra børn, sigur Bill Justinussen.
Annars vísir hann á, at barnatalið er fallið í takt við, at skipanin við barnsburðarfarloyvi er batnað.
- Tað kundi verið ein ábending um, at tað er ikki einasti vegurin at gera umstøðurnar á arbeiðsmrknaðinum betri, sigur Bill Justinussen.
- Øll tann tøka orkan, sum fyrr var í heimagangandi mammum, er tikin burtur og øll vaksin eru gjørd til lønartrælir. Úrslitið er, at fólkatalið minkar, tí vit hava ikki stundir at taka okkum av børnunum, sigur Bill Justinussen.