Umframt tað, ið vit hava lært í bíbilsøgu, so seta vit páskahátíðina í samband við egg, Tað gera børnini í hvussu er í stóran mun.
Prýtt verður við eggum og egg verða prýdd. Eisini rulla vit egg.
Vit hava sett fólkalívsfrøðinginum Eyðun Andreassen stevnu - eitt slag av páskastevnu - fyri at fáa hann at greiða nærri frá, hví eggini hava nakað við páskirnar at gera.
- Tað verður hildið at vera tí, at tað nærkast vári. Tað fer at vaksa, grógva, og lív kemur í. Egg er lív.Tað er upprunin til lívið, sigur Eyðun Andreassen, ið her sipar til, at talan er um eitt slag av veitslu til frama fyri tí fruktagóða.
Gamal siður
? Páskirnar fella seint á vári. Hetta er gamal vársiður í Miðeuropa. Í Miðeuropa er várið í besta blóma, sólin skínur og genturnar ganga berklæddar á gøtunum og alt er gott. Fyrr var gamal siður at senda børnini út í skógin, ella hagan, at leita eftir fyrstu eggunum. Eggini vórðu etin. Egg er góður matur, eftir ein langan og strævnan vetur, sigur Eyðun Andreassen.
Hara verpur ikki egg
? So er tað hetta við páskareggunum, sum vit kenna tey í dag. Hetta er komið frá teim gomlu siðunum í býunum. Býirnir eru stórir og har er ongastaðni at senda børnini út at leita eftir eggunum. Tí funnu fólk uppá at finna egg og bera tey inn, so børnini funnu tey páskamorgun. Hetta varð skipað á onkran hátt. Síðani er tann søgan komin, ið er vanlig sunnan fyri okkum, har tey tosa um páskaharuna, greiðir Eyðun frá.
? Tey funnu uppá at siga, at haran kom við eggunum, men hara verpur ikki egg. Men haran var vanligt dýr, ið kom inn í býirnar. Onkrastaðni verður kaninin nýtt, sigur Eyðun Andreassen.
- Páskaharan varð eisini etin. Tað er óivað ein grund til páskaharuna. Haran var kanska einasta villa kjøti, sum tey fingu í býunum. Haran, ella kaninin, kom við eggunum og bleiv so etin. Ein má minnast, at sum teir stóru býirnir blíva til í Miðeuropa, so vantaði eitt, nevniliga flutningsmøguleikar. Fólk, ið føddust har, komu ikki út úr býnum. Størri býurin var, verri var. Tað var jú eingin stuttur teinur at fara til gongu. Hugsa sær at fara til gongu út á landið av Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, hugleiðir Eyðun Andreassen, ið ikki avvísir, at í kanin og haru liggur eisini ávíst súmbol um nakað fruktagott.
Litir
? Seinni hava fólk funnið uppá at lita eggini, fyri at fáa veitslurómin við. Í okkara tíð hevur ídnaðurin so tikið yvir og er farin at framleiða egg, ið einki hava við egg at gera, uttan kanska tað, at formurin er hin sami, sigur Eyðun Andreassen.
Seinni er hin guli liturin komin sum páskalitur. Hann kemur óivað frá blómuni, ið vit nevna páskalilja, ið er millum fyrstu blómurnar, ið blóma, sigur Eyðun Andreassen, ið metir liljurnar sum vártekin, ið fólk gleða seg til.
Serføroyskt at rulla egg
Eyðun Andreassen dugir ikki neyvt at siga, um siðurin við at rulla páskaregg er serføroyskur, ella um hann stavar aðrastaðni frá. Hann er tó ikki kendur aðrastaðni um okkara leiðir, staðfestir Eyðun, sum m.a. hevur kagað í íslendskar heimildir, har einki er at finna um hetta.
- Fólk hava so funnið uppá eitt spæl. At rulla eggini oman eina brekku, til tey brotna, og so eta tey. So eru ymisk ráð, fyri at fáa eggini sterkari. Tey kunnu kókast í saltløgi ella í kaffi. Ofta fara familjur út at rulla egg og í dag gera kanska eisini barnagarðar nógv burturúr páskareggum, sigur Eyðun Andreassen.
Eldri enn kristindómurin
Páskaveitslan er sera gomul og er enntá eldri, enn kristindómurin.
- Hetta við eggunum er sera gamal siður. Ein várveitsla. Navnið páskir kemur úr kristindóminum, úr hebraiskum og latíni. Á týskum og enskum eitur tað jú ikki páskir. Á enskum eitur tað t.d. Easter, ið kemur av eystur. Í eystri, har sólin rísur, og so eru vit jú aftur í súmbolikkinum við lívi, greiður Eyðun Andreassen frá.
- Sum kristin veitsla, hava vit yvirtikið páskirnar frá jødadóminum. Stórhendingin eru jú páskalambið, ið er jødiskur siður, ið vit eisini kenna frá útlegdini í Egyptalandi, sigur Eyðun og minnir á bíbilsøguna, har jødar fingu boð um at slakta eitt lamb og smyrja blóðið á durastavin, so soldátarnir lótu tey, ið har búðu, sleppa við lívinum.
- Hetta er elligamal jødiskur siður, kanska eldri enn tað eisini, og so er hetta komið inn í kristindómin. Vit halda jú skírisdag til minnis um heilagu kvøldmáltíðina, krossfestingina langa fríggjadag og uppreisnina fyrsta páskadag. Hetta er so blandað við gomlu várveitsluna í Europa. Sostatt hava eggini ikki religiøsan týdning, men eru til heiðurs fyri tí fruktagóða, sigur Eyðun Andreassen at enda í frágreiðing síni um siðin við páskareggum um páskirnar.