Eg ynski at spæla fyri Føroyar

Tað sigur 19 ára gamli vestmenningurin, Áki Egilsnes, sum í hesum døgum er í samráðingum við íslendska hondbóltsfelagið, ÍBV

Tað sigur 19 ára gamli vestmenningurin, Áki Egilsnes, sum í hesum døgum er í samráðingum við íslendska hondbóltsfelagið, ÍBV. Hann sigur tó, at hann hevði gjørt tað sama sum Jóhan á Plógv Hansen, ið spælir á danska landsliðnum, um umstøðurnar vóru tær somu.

 

Les alla samrøðuna í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag

 

- Sjálvandi ynski eg at spæla fyri eitt føroyskt landslið, men eg hevði nokk gjørt tað sama sum Jóhan, um eg var í somu støðu sum hann, sigur Áki Egilsnes, ið hevur eitt mál um at kunna liva av at spæla hondbólt.

 

Tað sigur Áki Egilsnes í samrøðu við ÍtróttarSosialin, sum kemur á gøturnar í dag.

 

- Tíbetur verður nógv gjørt við landsliðshondbólt í løtuni, sigur Áki Egilsnes, ið vónar at tað heldur fram.

 

Áki Egilsnes skoraði ikki færri enn 11 mál, tá VÍF um vikuskiftið vunnu á Kyndli.