##med2##
Eg vóni ikki, at elektrisk rennihjól verða lóglig á almenna vegnum. Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Í fyrradagin vóru fleiri elektrisk rennihjól at síggja í Havnargøtum, har fólk kundu leigað tey. Men tað var ikki leingi, so vórðu tey tikin aftur, tí løgreglan gjørdi greitt, at tey eru ólóglig og verður nakar tikin á teimum, fáa tey bót.
Og Lovisa Petersen Glerfoss vónar heldur ikki, at tey nakrantíð verða lóglig, tí royndir aðrastaðni vísa, at tað standast so nógvir skaðar av, at fólk koyra á teimum.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr stjóran í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd greiða frá, hví hon mælir frá, at tað verður lógligt at hava elektrisk rennihjól í Føroyum.