Eg visti ikki um hann var livandi ella deyður

Tað sigur Barbara Høj, ið var ein av teimum trimum pedagogunum, ið gingu túr við teimum 17 børnunum hendan týsdagin, 18. oktober 2011, ein dagur, ið lættliga kundi enda munandi verri

Tað var ein óhugnalig løta, teir tríggir pedagogarnir upplivdu beint eftir døgurða 18. oktober 2011.
- Vit vóru júst komin úr bussleið 2 á Vegnum Langa og skuldu ganga einar hundrað metrar niðan eftir Flatnarvegnum til eitt busskýli, at sleppa upp í leið 3, tá eg knappliga hoyrdi larm av einum bili. Tá eg hugdi upp, kemur ein bilur skreiðandi síðulens móti okkum, greiðir Barbara Høj frá.
Hon gjørdist sjálvandi sera kløkk, men sansaði at leypa upp á lága garðin, ið var innanvert gongubreytina, við tveimum børnum.
- Eg trúði, tað var lygn. Tað næsta eg sansi er, at børn liggja sløgd á gongubreytini, og har er ein øgilig skríggjan og rópan, sigur Barbara Høj.
Tað gekk ógvuliga stutt tíð, áðrenn fólk, ið komu framvið, komu til hjálpar.
- Vit ringdu beinanvegin til alarmsentralin, og tað gekk heilt stutt tíð, áðrenn tann fyrsti politibilurin var á staðnum. Eg haldi, at hann var staddur onkunstaðni á Vegnum Langa, tá hann fekk boðini, sigur Barbara Høj.
Hon sá beinanvegin, at tveir dreingir vóru seliga illa skaddir.
- Eg sá, at tann eini drongurin hevði brotið skinnabeinið. Eg sá, hvussu skeivt beinið lá, og ivaðist tí ikki í, hvat var hent hjá honum og hann græt eisini ógvuliga illa. Ein annar drongur var upp aftur verri fyri, og tað læt ikki úr honum, sigur Barbara Høj.
Hon fór tí beinanvegin yvir til hendan dreingin og tók sær av honum.
- Eg tók hann í favnin og visti ikki, um hann var livandi ella deyður, men so læt eitt sindur í honum, og tað lætnaði, sigur Barbara Høj.

Skjót og góð hjálp
Hon sat so undir hesum lítla, til sjúkrabilur kom á staðið.
- Tað gekk eisini ógvuliga skjótt, til sjúkrabilar vóru á staðnum, og eg og annar av hinum pedagogunum fóru so út á sjúkrahúsið við sjúkrabilinum sama við teimum báðum ringast skaddu, sigur Barbara Høj.
Hon greiðir eisini frá, at ein kona kom út í tún, og bjóðaði teimum óskaddu børnunum innar til sín at vera.
- Eg hugsaði alla tíðina, at hetta kann ikki passa, hetta má vera ein dreymur. Tað heila kendist so heilt óveruligt, sigur Barbara Høj.
Hon minnist tó, at hon reageraði beinanvegin og fór als ikki í svart.
- Vit vistu, at vit høvdu gjørt alt rætt. Men eg skilji ikki, hvussu vit sluppu so lutfalsliga snikkaleys. Eg gekk í miðuni, og onkusvegna hevur hon, ið gekk fremst, fingið øll síni børn undan bilinum. Eg veit ikki hvussu tað bar til, at eingi børn vórðu kroyst millum bilin og garðin, sum bilurin smekkaði inn í, sigur Barbara Høj.
Eins og leiðarin, Jóna Guttesen, undirmetir Barbara Høj ikki skjótu og góðu hjálpina, ið tey fingu eftir hendingina.
Eg ivist ikki í, at skjóta og góða hjálpin, vit fingu beinanvegin eftir hendingina, hevur gjørt, at vit eru komin so væl frá tí. Talan var um rættiliga professionella hjálp, sigur Barbara Høj, ið framvegis arbeiðir sum avloysari í Barnagarðinum Millum Gilja.