Eg vil skilja grindadráp

Francois-Xavier Pelletier sigur, at hann samstarvar ikki við Sea Shepherd. – Eg eri ímóti grindadrápi. Men eg ynski at skilja tað, og vita, um tað er neyðugt. Sea Shepherd vil ikki tosa, men bara konfrontera. Tí vendi eg teimum bakið

Rólant Waag Dam og Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo , rolant@sosialurin.fo



- Eg ivist ikki í, at føroyingar einaferð fara at steðga við at drepa grind. Tað verður ikki tí at Sea Shepherd ella nakar annar felagsskapur sigur tað, men tí at grindin er dálkað. Tað sigur Francois-Xavier Pelletier, sum nú aftur vitjar í Føroyum.

Hann hevur áður samstarvað við Sea Shepherd, men sigur opið og greitt, at tað ger hann ikki longur. - Um tú virðir djór, mást tú eisini virða menniskju. Tað ger Sea Shepherd ikki. Eg vil hoyra føroyska fólkið, fáa føroyska vitan um grindadráp og varpa ljós á føroysk viðurskifti. Sea Shepherd vil ikki tosa. Teir søkja bara konfrontatiónina. Hygg bara eftir navninum á sendingini. Hon eitur “Whale Wars”. Í sjálva heitinum verður staðfest, at talan er um kríggj og ikki djóravernd, sigur Pelletier.


Mugu vera opin

Orsøkirnar til, at hann aftur er í føroyum, sigur hann, er at hann vil skilja, hví føroyingar drepa grind.

- Eg eri ikki fyri grindadrápi. Men eg vil finna útav, um tað er neyðugt. Er tað ein fortreyt fyri at yvirliva, so er tað eingin trupulleiki. Men tað er tað ikki. Tit hava ikki brúk fyri grind fyri at yvirliva, og føroyingar eta í dag meira pitsa enn grind. Sea Shepherd og eg hava hvør sína ætlan. Eg vil kanna og granska. Tey vilja bara hava góðar myndir frá grindadrápi, staðfestir Pelletier.

Sambært honum er opinleiki einasti rætti vegurin at ganga.

- Ynskja vit at verja umhvørvið og djóralívið, so mugu vit hava gjøgnumskygni. Sea Shepherd lýgur í sínum søgum um grind og grindadráp – men tað gera tit eisini. Eitt nú selja tit grind í handlunum, hóast tit siga tað øvugta, sigur Pelletier.

Hann heldur, at tað er neyðugt at partarnir byrja at lurta eftir hvørjum øðrum.

- Viðhvørt siga aktivistar nøkur røtt ting, líkavæl sum føroyingar siga nøkur røtt ting. Tí er tað umráandi at lurta eftir hvørjum øðrum, vísa virðing og deila vitan, sigur Pelletier.