Eg verði skjótt skeldað út

Solby Eliasen byrjaði mánadagn i starvinum sum programmleiðari í Kringvarpi Føroya. – Broytingar hava altíð atfinningar við sær. Uppgávan hjá mær er at fáa starvsfólkini við mær, sigur Solby Eliasen

Nýggj í starvi

 

Tað eru minni enn sjey mánaðir, at Solby Eliasen tók prógv á Danmarks Journalisthøjskole. Bæði í praktikktíðini og síðan próvtøkuna hevur hon arbeitt í útvarpinum, og hon er nú longu komin upp eftir á stiganum. Mánadagin byrjaði hon sum programmleiðari í Kringvarpi Føroya.

Hon er tó fyribils sett í nakrar mánaðir, tí starvið varbara lýst innanhýsis. Almenn størv skulu lýsast leys alment.

- Tá ið eg fekk at vita, at vit kundu søkja, helt eg meg kunna royna, men eg var bilsin um, at eg fekk starvið, sigur Solby Eliasen.

Hvussu nógv vóru við í kappingini, veit hon ikki, og tað hevur heldur ikki hennara áhuga.

 

Dámar avbjóðingina

Tann altíð so eldhugaði journalisturin Solby Eliasen kastar seg við lív og sál yvir nýggju uppgávurnar.

- Hetta er ein ógvuliga stór avbjóðing fyri meg, tí eg eri so nýggj, als ikki liðug við at framleiða, og so havi eg als ongar leiðsluroyndir, sigur 32 ára gamla Solby Eliasen.

Hon heldur, tað mest spennandi uppgávuna vera, at seta útvarp og sjónvarp saman, so tey verða ein heild, og tað er ikki bara sum at siga tað, tí hon hevur ongar royndir við sjónvarpi.

Solby Eliasen hevur dagligu ábyrgdina av útvarpsskránni, og av praktiskum orsøkum hevur hon tí skrivstovu í útvarpshúsinum.

 

Hon satsar

Hon tigur ikki burtur, at nógvar atfinningar hava verið av serliga útvarpsskránni, og tað er hennara vón, at hon kann hjálpa til við at gera skránna betri.

- Eg satsi, og einki er at ivast í, at um nakrar mánaðir verði eg ein av mest ópopuleru persónunum í Føroyum. Bjørn Kalsø segði tað so væl, tá ið hann varð valdur til landsstýrismann. Tann dagin flentu øll, men en mánað seinni væntaði hann at vera skeldaður út, sigur Solby Eliasen.

Hon heldur, at hon hevði eink at missa við at fara í hetta starvið, tí er tað ikki hon at vera programmleiðari, kann hon altíð venda aftur til at vera tíðindafólk.

- Eg søkti ikki hetta starvið, tí eg mistreist á tíindadeildini. Har er so gott at vera, og mær dámar væl tað arbeiðið, sigur Solby Eliasen.

Hnvegin heldur hon tað vera sunt at seta seg i eitt leiðarastarv og líkasum síggja alt út erva og niðureftir.

Áðrenn hon fekk nýggja starvið sat hon í skrábólkinum i útvarpinum. Tann bólkurin hevur verið til at ment útvarpsskránna, blandað nýtt og gamalt. Nógv av tí arbeiðinum byggir Solby Eliasen nú víðari uppá.

 

Lurtarin er siðbundin

Hon kann enn ikki siga, hvørjar broytingar eru í væntu, men nýggj vetrarskrá kemur hálvan september.

- Tað koma broytingar, og allar broytingar hava altíð atfinningar við sær. Lurtarin er siðbundin, og gerst tú broytingar, rakar tú altíð okkurt inni i fólkunum, sigur Solby Eliasen.

Hon viðgongur, at allar broytingarnar, sum gjørdar eru, ikki hava verið til tað betra, men nógvar góðar broytingar eru hóas alt gjørdar, heldur hon.

Enn fær hon einki sagt um sjónvarpið, har hon sum nevnt ikki hevur nakrar royndir, men hon hevur long verið og tosað við tey, sum starvast í sjonvarpinum.

 

Í felag

Solby Eliasen sær tað sum eina týdningarmikla uppgávu at fáa starvsfólkini við sær. Tað ræður um at fáa tey at trúgva uppá, at tað, sum tey gera, er gott.

- Eg standi við ábyrgdini, men tey, sum framleiða, skulu hava heiðurin av verkum sínum, og tey skulu sjálvsagt seta síni fingramerki á tey, sigur Solby Eliasen.