Eg veit ikki um eg kann taka undir við hesum

Forkvinnan í Fíggjarnevndini sáar iva um eitt uppskot, samgongan hevur lagt fram

Soleiðis sum hetta fyriliggur, er tað ivingarsamt um eg kann taka undir við hesum.

Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í fíggjarnevndini, er stórliga í iva um uppskotið hjá Kristinu Háfoss um at geva fyritíðarpensjónum 1000 krónur meiri at liva fyri um mánaðin.

 

Tað hevur verið frammi, at tað skal vera longu frá 1. januar, men Ruth Vang hevur fingið at vita, at nú er ætlanin at broyta tað. Tað, sum nú liggur í kortunum er nevniliga, at fyritíðarpensjónistar fáa 600 krónur á nýggjárinum og síðani 400 krónur afturat tann fyrsta juli.

 

Hetta fer at kosta kommununum 25 milliónir í mistum inntøkum og tað vilja kommunurnar undir ongum umstøðum góðtaka. Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum, hava lova kommununum, at tær skulu fáa fult endurgjald fyri missin.

 

 

Les eisini: Vit vita ikki hvat vit tosa um

 

 

Men nú Løgtingið viðger uppskotið í morgun, er enn púra ógreitt, hvussu ætlanin er at fíggja hesar 25 milliónirnar, sum kommunurnar skulu hava í endurgjaldi.

 

Og Ruth Vang ásannar, at tað órógvar hana og ger hana ótrygga. Og hon ger grett, at fyrrenn spurningurin um, hvussu hetta skal fíggjast, er avgreiddur, vil hon ikki binda seg til at taka undir við hesum. Tann partin mugu vit fáa púra greiðan, áðrenn vit fara undir viðgerðina, sigur Ruth Vang.

 

Annars er upplýst í Løgtinginum í morgun, at samgongan ætlar, at kommunurnar skulu fáa ein part av ætla veiðigjaldinum, sum fiskiflotin skal rinda landskassanum og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at úrslitið av tí verður, at kommunurnar fara ikki at missa eitt oyra av hesum, men at tær tvørtur ímóti fara at fáa hægri inntøkur.

 

Hon sigur samstundis, at hon hevur slept ætlanini um at hetta skal kosta kommununum nakað.