– Vit vilja fegin hava, at umsóknin frá okkum verður viðgjørd.
Tað sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági.
Tey í Vági hava søkt Løgtingið um eina millión í stuðuli til at skipa ein ítróttareftirskúla í Vági.
Men tað vil Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ikki. Tá ið fíggjarlógin var til viðgerar mikudagin, gjørdi hon púra greitt, at hon vil vita, hvørja lagnu, ætlanin at gera ein eftirskúla í norðaru helvt í Suðuroy, fær, áðrenn hon tekur støðu til ein eftirskúla afturat í Vági.
Ístaðin fyri at ganga umsóknini um ein ítróttareftirskúla í Vági, á møti, eru tey í samgonguni samd um at játta 700.000 krónur til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági, segði Ruth Vang, forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, við KvF.
Í hesum sambandi segði landsstýriskvinnan, at hon ætlar at broyta reglurnar fyri háskúlar, soleiðis at aldurin fyr, nær ein kann fara á háskúla, verður lækkaður niður í 16 ár.
Harumframt verða eisini 400.000 krónur verða settar av til at fyrireika ein eftirskúla í Norðaru helvt í Suðuroy.
Dennis Holm sigur, at tað er ikki í samráð við tey, at peningur verður settur av til eitt víðkað háskúlatilboð í Vági. Tvørturímóti kundi hann hugsað sær, at umsóknin um ein eftirskúla, varð viðgjørd.
– Hetta við einum víðkaðum eftirskúlatilboði er so ógreitt, at vit vita ikki, hvat liggur í hasum, og tískil vita vit heldur ikki, hvat pengarnar skulu brúkast til.
– Men er tað ætlanin at broyta skipanina um eftirskúla, soleiðis, at hesin peningurin kann brúkast til eitt tilboð, sum líkist einum eftirskúla, hevði tað verið fínt.
Annars er ringt at skilja ætlanina við at lækka aldurin fyri at fara á ein háskúla, tí tað er eitt sindur ógreitt, hvat hon skal brúkast til.
– Skal játtanin bara brúkast til at bjóða næmingum eitt vanlig háskúlaskeið í nakrar vikur, er tað høpisleyst tí eg dugi ikki at síggja, at nakar næmingur í 9. flokki, ella 10. flokki, sum vil royna nakað nýtt, fer úr skúlanum fyri at fara á háskúla í nakrar vikur, sigur hann.
Og tað verður seinnapartin í dag, at Løgtingið fer at taka endaliga støðu til málið.