Fakfelagsstríð
? Eg veit hví Ingeborg Vinther er so óð.
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, skilir ikki, hví Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eru so óð um, at Havnar arbeiðsmannafelag og arbeiðarafeløgini í Klaksvík nú hava fingið somu sømdir við aldursviðbót til arbeiðsfólkið, sum tey sjálvi hava fingið.
Eftir, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag høvdu verið í verkfalli, endaði tað við, at tey fingu aldurviðbót omaná vanligu tímalønina. Síðani er tað hent, at arbeiðsgevararnir av sínum eintingum hava givið Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík somu aldursviðbøtur.
Í brævi til arbeiðsmenninir í Havn, feløgini í Klaksvík og Føroya Arbeiðsgevarafelag, hava Føroya Arbeiðarafelag hvassliga funnist at hesum og átalað, at hini feløgini fáa tær sømdir, ókeypis, sum tey hava verið í verkfalli fyri og tey spyrja eisini, hvar fakfelagsliga medvitið er.
Hevur skyldina sjálv
Men handan skolan rørir ikki formannin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Karl Johansen sigur, at Ingeborg Vinther hevur sjálv størstu skyldina av, at arbeiðafeløgini ganga í sjálvdrátti. Tí skilir hann ikki, hvat hon er óð um.
? Tað var hon, sum ikki vildu samráðast saman við okkum. Tað vóru ikki vit, sum ikki vildu samráðast saman við henni, tvørturímóti, sigur Karl Johansen.
Hetta gjørdi hon fyri at hevna, at vit ikki fyri nøkrum árum síðani vildu fara í 24 samhugaverkfall við Starvsmannafelagið.
? At vit ikki vildu taka undir við tí, er í veruleikanum tað, sum framvegis elvir til ósemjuna, tí sum hevnd noktaði Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag at samráðast saman við okkum.
? Síðani hava vit samráðst hvør sær. Og tað endaði so við, at Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík , valdu at gera sáttmála, heldur enn at fara í verkfall og tað er ikki annað, enn hon kann vænta, kann henda, tá ið feløgini samráðast hvør sær.
Orsøkin til verkfallið varð hinvegin, at í seinastu samráðing í 1999, fingu Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag 75 oyru meir um tíman fyri skiftisvakt.
?Tað var fyri at tvíhalda um, at at tey skuldu hava hesi 75 oyruni meir, at Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, fóru í verkfall. Tey fóru í verkfall uppá, at tey skuldu fáa meiri í løn enn vit.
? Hon vildi ikki sleppa hesum lønarmuni upp á 75 oyru. Hetta er ikki tað, sum eg kalli fakfelagsligt medvit, sigur Karl Johansen.
?Tað vildi verið heilt sinnissjúkt av okkum, at vit skuldu farið í samhugafverkfall og skriva yvirlýsingar fyri at stuðla einum verkfalli, sum hevði til endamáls at tryggja, at arbeiðsmenn í Havn og verkfafólk í Klaksvík skuldu fáa minni í løn, enn arbeiðsfólk aðrastaðni í landinum, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Karl Johansen skammast heldur ikki um, at, Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klaksvík síðani hava fingið somu sømdir.
?Hetta er ikki nakað, sum vit hava biðið. Hetta er nakað, sum arbeiðsgevararnir hava tikið stig til, tí teir kunnu ikki liva við, at lønin er ymisk.