- Eg var simpelthen í knúsi

Hetta var ein vanligur, heldur skímligur seinnapartur hesin leygardagurin 11. november í 1989. Klokkan er 16:10.

Fólk tókust við ymiskt ein slíkan frídag. Summi arbeiddu heima og onnur uttanfyri. Onnur vóru á veg út á Skála, har ein spennandi dystur skuldi verða í ítróttarhøllini. Fyri hesi ráddi bert um at koma rættstundis til dystin.
Um somu tíð var Eilif Jógvansson á veg til hús. Hann var júst komin at landi við bátinum Líggjas, ið lá á Leirvík, men var annars var heimahoyrandi í Fuglafirði.
Dagin fyri høvdu teir sett línu, men teir høvdu mist hana. Avgjørd varð tí, at fara avstað morgunin eftir at dreggja eftir línuni. Sum sagt, so gjørt, og vóru teir í Leirvík beint eftir døgurða henda dagin.
Áðrenn Eilif setti seg í bilin, riggaði hann av umborð á bátinum, og fór síðani til hús. Hann kemur koyrandi gjøgnum bygdina í Skálafirði, og sær fram til at koma heim aftur til konu og børn, sum vóru smá. Hann skuldi avheinta tey svigarinnuni, tí konan uttanbygda. Men so langt kom hann kortini ongatíð.
Í Skálafirði var vegurin smalur, men hann kundi gleða seg at koma út um bygdina, har vegurin breiðkaðist í tvey spor restina av heimferðini. Fyri hann var hetta bert ein av óteljandi ferðum eftir hesum vegastrekkinum.
Beint har sum vegurin breiðkar, sær Eilif ein bil standa. Eigarin hevði baklúkuna opna, og var farin nakað niðanfrá at leita eftir gróti. Eilif kennir hetta pettið sera væl, og tá hann ikki sær nakran bil koma ímóti sær, fer hann fram um parkeraða bilin sum stóð í hansara síðu. Men so langt kom hann ongatíð.
- Eg minnist, at eg kom fram á hálvan bilin, men so minnist eg ikki til meiri. Eg var vekk, og kom ikki til mín fyrrenn nógvar dagar seinni, greiðir Eilif frá.

Sundursorlaður
Um somu tíð var nevniliga ein annar bilur á veg inneftir ímóti bygdini í Skálafirði. Teir møttust júst á hesum staði við tí úrsliti at teir stoyttu mestsum diagonalt inn í hvønn annan.
Sum myndin vísir týðiligt og greitt, varð bilurin hjá Eilifi í fillum. Verri var, at Eilif var komin, ikki bert til skaða, men sera illa til skaða. Kanska er vendingin “illa til skaða” eitt ov milt orð at brúka í hesum sambandi.
Tað stóð veruliga um lív hjá honum, har hann lá samankroystur í hvíta og sorlaða Nissan Cherry-bili sínum. Bara fyri at nevna nakað: Knæið var endað í rattlásinum. Bringan var endað inni í róðrinum. Hjelmurin var endaður í andlitinum. Beinini vóru brotin inn undir setrið. Armarnir brotnir. Andlitið sundursorað. Kokubeinið var í knúsi. Og tað sum kanska var mest álvarsamt var, at hann bløddi úr bringuni og út gjøgnum munnin.
- Eg havi mangan sagt, at tað var ein hægri makt aftanfyri alt. Eg átti faktist ikki at yvirliva eitt slíkt ferðsluóhapp, sigur Eilif álvarsamur á málinum.
- Aftaná søgdu portørarnir við meg, at eg skuldi vera glaður fyri, at eg var so sterkt bygdur. Var eg ikki tað tá, hevði eg ikki komið frá hendingini við lívinum, slær hann fast.
Neyðugt varð at skera hann leysan úr bili sínum, og kundi ein tá opinberliga staðfesta enn eitt álvarsamt brek: Høgra eygað hevði fingið so stóran skaða, at tað í roynd og veru hekk uttanfyri.
Alt tók sína tíð, men at enda var Eilif leysur úr bilinum og varð fluttur í sjúkrabilin, sum við fullari ferð flutti hann á Landssjúkrahúsið. Tá var Kollafjarðartunnilin ikki opin alment, men teir sluppu tó ígjøgnum við tí álvarsamt skadda skálamanninum.
- Eg havi aftaná hoyrt, at um teir skuldu farið eftir Oyggjarvegnum, hevði eg simpelthen bara bløtt út. So hevði eg ikki sitið her og fortalt tær mína søgu, sigur Eilif.
- Ja, eg var deyðanum nær tá. Eg var simpelthen í knúsi. Mong hava helst eisini undrað seg yvir at eg slapp frá hendingini við lívinum, tí tað var ikki nógv heilt eftir í mær.