- Eg var í dýrastu neyð!

- Eg kom í dýrastu neyð tá meirilutin av fólkinum í Hósvík segði nei til samanlegging, sigur Jógvan Mørkøre.

Tað var ikki bara stuttligt at vera borgarstjóri í Hósvíkar kommunu, tá ein lítil meiriluti av fólkinum á fólkaatkvøðu um samanlegging í mai mánaði í 2004 gjørdi av, at kommunan, sum hin einasta í økinum, ikki skuldi leggja saman við Sunda kommunu.

 

Í øllum hinum kommununum, sum atkvøddu um samanleggin á fólkaatkvøðuni, var meirilutin lutfalsliga stórur.

 

Men, var hetta ein ringur dagur í kommunalpolitiska lívinum hjá Jógvani Mørkøre, sum tá var borgarstjóri í Hósvíkar kommunu og heitasti talsmaður fyri samanlegging, var tað honum og bygdarráðnum ein ógvuliga trupul avgerð at skriva út nýggja fólkaatkvøðu bara nakrar fáar mánaðir eftir, at hin fyrra hevði verið. 

 

Við seinnu fólkaatkvøðuna, sum var í september sama ár, fluttu nakrir veljarar í kommununi seg, soleiðis at ein lítil meiriluti nú var fyri samanlegging.

 

Um hetta mundið hevði Jógvan Mørkøre sitið í Hósvíkar bygdarráð í 16 ár út í eitt, harav seinastu átta árini sum borgarstjóri.

 

- Skal eg vera púrasta erligur, kom eg í dýrastu neyð hetta kvøldið í mai, tá úrslitið fyrilá, og greitt var, at ein lítil meiriluti av borgarunum Hósvík høvdu atkvøtt ímóti samanlegging.

 

Jógvan Mørkære sigur, at hann var ógvuliga vónbrotin - ja, hann sigur, at hann næstan fór í svart, sum hann tekur til.

 

- Fólk í Hósvík søgdu, at tey høvdu fingið ov lítið at vita um ætlaðu samanleggingina, men eg skilji ikki enn tann dag í dag, hvat tey stúrdu fyri at missa.

 

Jógvan Mørkøre sigur, at tað var eitt samt bygdarráð, sum var fyri at leggja saman, og nú ein meiriluti av fólkinum hevði atkvøtt ímóti, høvdu fleiri bygdarráðslimir bara hug til at atkvøða málið ígjøgnum, sum bygdarráðið eisini hevði fulla heimild til.

 

- Fyri meg sum borgarstjóri var trupulleikin tann, at vit nú høvdu havt eina fólkaatkvøðu, har vit høvdu fingið ein meiriluta av fólkinum ímóti okkum. Saman við hinum í bygdarráðnum hevði eg kanska eisini bestan hugin bara at atkvøða málið ígjøgnum.

 

Nú ráðførdi Jógvan seg við Eyðbjørn Larsen, sum tá var løgfrøðingur hjá landsstýrinum.

 

- Eg spurdi hann, hvat bar til, og hvat eg sum borgarstjóri kundi gera. Tað var hann, sum í hesum sambandi nevndi møguleikan við einari nýggjari fólkaatkvøðu.

 

Eyðbjørn helt, at um Hósvíkar bygdarráð bara fór at atkvøða málið ígjøgnum í bygdarráðnum, sum bygdarráðið annars hevði fulla heimild til, fór hann sum borgarstjóri at fremja kommunalpolitiskt justitsmorð.

 

- Eg tók Eyðbjørn upp á orðið, og eftir at fólk í bygdini høvdu savnað nóg mikið av undirskriftum, samtykti bygdarráðið at halda eina nýggja fólkaatkvøðu um samanlegging.

 

Í Vikublaðnum, sum kemur í hvørt hús mánadagin, er serblað um Sunda kommunu, sum nú hevur 10 ár á baki, og her er stór samrøða við Jógvan Mørkøre um tíðina, tá tvær fólkaatkvøður vóru í Hósvík um samanlegging.