Tað segði ein 43 ára gamal maður í Føroya Rætti í dag, har hann fekk ein fýra mánaðar langan fongsulsdóm fyri seks ymisk lógarbrot.
Tað vísti seg tó, at eitt av lógarbrotunum var fyrnað, og hann varð frídømdur í einum øðrum.
Tilsamans ljóðaði samlaði dómurin upp á eitt ára fongsul, harav átta mánaðir gjørdust treytaðir við, at maðurin einki revsivert skal gera komandi tvey árini.
Maðurin skal eisini rinda eina bót á 600 krónur fyri ólevnað í Glitnir, og endaliga skal maðurin útføra 60 tímar samfelagstænastu.
Hann var dømdur fyri at hava hótt við at brenna eitt ónavngivið hús hjá Tórshavnar kommunu til grundar, men frídømdur fyri at hava gjørt seg inn á tvey ruskíløt við einum hamri.
Síðani var hann dømdur fyri harðskap í Glitnir, og harðasta revsingin var fyri at hava sett eld á bilin hjá gartnaranum hjá Tórshavnar kommunu.
Hann var eisini dømdur fyri at hava gjørt seg inn á ein sálarfrøðing hjá Bláa Krossi við sløgum og sparkum.
Maðurin segði seg vera illa fyri, tí hann uttan grund var uppsagdur sum gartnara starvsfólk hjá kommununi fyri tveimum og einum hálvum ári síðani, og nú var hann so eisini uppsagdur únr kamarinum, har hann hevði búð.
Maðurin skal framhaldandi sita varðhaldsfongslaður og fer undir at sita fýra mánaðir dómin av sær. Ímeðan skal kriminalforsorgin hjálpa honum at finna ein nýggjan bústað og helst eisini eitt starv.
Maðurin tók við dóminum.










