"Eg uttan teg" hjá Herborg Torkilsdóttir nú á donskum

Hon hevur gjørt um seg í Danmark í seinastuni, og nú er hon aftur klár við nýggjari danskari umseting av einum av sínum føroysku landaplágum.

København uden Staden, er som Aalborg uden Gaden...

 

En bi uden honning er som Danmark uden dronning...

 

Soleiðis syngur Herborg Torkilsdóttir í donsku útgávuni av "Eg uttan teg", sum er komin út í dag.

 

Herborg Torkilsdóttir hevur seinastu vikurnar gjørt um seg í Danmark við donskum úgávum av sínum fólksligu sangum, serliga á útvarpssendingini DanskToppen hjá DR.

 

– Um onkur av tykkum er tætt við Løkken í heyst, so verður konsert í KulturhusLøkken tann 14.sept.24. Kanska síggjast vit? skrivar Herborg Torkilsdóttir á Facebook.

 

Hoyr "Vi hører sammen" her:

 

##med2##