Eg trúði tí ikki

Tað var næstan ikki veruligt, tá ið eg fekk tað at vita

- Eg minnist ikki, hvussu eg reageraði, tá ið eg fekk tað at vita.

 

Føroyski filmsmakarin, Sakaris Stóra, er bjóðaður við á stóra filmsstevnu í Berlin næsta mánað.

 

Les eisini: Sakaris Stóra á týðandi filmsstevnu í Berlin

 

Hann sigur, at hetta er ein filmsstevna, sum er ógvuliga høgt í metum hjá øllum, sum fáast við film.

 

- Tá ið eg fekk at vita, at eg skuldi vera við, var tað næstan ikki veruligt og eg trúði tí ikki heilt.

 

Mirjam Pætursdóttir á Rás2 hevur tosað við Sakaris Stóra og við at trýsta á pílin undir myndini, ber til at hoyra ein ovfarnan Sakaris Stóra, greiða frá.