-Tað feitasta var at flippa út saman við Brandi Enni. Eg havi aldrin roynt at renna millum áskoðararnar, og tað verður heilt avgjørt roynt aftur.
Bert 14 ára gamli havnarmaðurin, Heini Gilstón Corfitz, hugtók tey flestu, sum høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið um vikuskiftið.
Heini er virkin í rokk-bólkunum, Paradox og Toxic, og um vikuskiftið fingu fólk høvið til at hoyra frálíku sanggávurnar hjá 14 ára gamla havnarmanninum.
Frálík ljóðgóðska
Framførslurnar hjá Heini fevndu um kórsang, og ungi havnarmaðurin royndi seg eisini sum solist. .
-Tað var ómetaliga spennandi at verða við. Ljóðið í Norðurlandahúsinum var ómetaliga gott, og bara tað at standa á pallinum í Norðurlandahúsinum var heilt ótrúligt. Hetta tiltakið er frálíkt, og eg vóni sanniliga, at tað verður skipað fyri Stjørnubreytini aftur, sigur evnaríki Heini Gilsón Corfitz.
Heini greiðir frá, at hann var eitt sindur fjálturstungin, áðrenn hann trein á pallin í Norðurlandahúsinum til fyrru framførsluna leygardagin, men nervarnar fóru, tá hann byrjaði at syngja.
-Eg tori nógv betur at verða á einum palli eftir tiltakið um vikuskiftið, sigur Heini Gilstón Corfitz at enda.