Í farnu viku bleiv formansvalið í FSF útsett, tí bert tað eina valevni, Óli Holm, var skotið upp. Sum umrøtt aðrastaðnis á síðuni hevur løgfrøðingurin Christian Andreasen fingið fleiri áheitanir um at stilla upp til útsetta formansvalið, ið verður 3. apríl, men hetta fær ikki Óla Holm at taka seg aftur sum valevni.
Feløgini hava uppiborið tvey valevnir
Óli Holm sigur, at sjálvt um Christian Andreasen fer at stilla upp, og at hann fær at vita, at Christian Andreasen hevur stuðul frá einum meirilut av feløgunum, so merkir hetta ikki, at Óli Holm fer at taka seg aftur sum valevni. Hann sigur, at eftir hansara tykki hava fótbóltsfeløgini uppiborið eitt val, har tað ber til at velja millum fleiri enn bert tað eina valevni, tí tað er júst tað, ið hevur gjørt, at valið fyribils er útsett tvær ferðir.
At Christian Andreasen møguliga stillar upp, sær Óli Holm ikki sum nakran trupulleika, tí hann hevur fullan rætt at stilla upp, eins væl og eg sjálvur havi tað, sigur Óli Holm í stuttari viðmerking.