Tað syndarliga er, at fá av teimum, sum stóðu og sungu við, tíma at vera vaksin í Føroyum, har armóð og vónloysi hótta framtíðina. Fá teirra tíma at hava ábyrgd í Føroyum, fá teirra tíma at hava lán í Føroyum, og fá teirra tíma at brúka sína útbúgving í Føroyum.
Fólkafráflytingin, sum okkum er fyri, stendur við og versnar. Í stórum tali floyma ungdómar úr Føroyum. Streymurin sleppur at standa við uttan politiska skipanin tykist geva fráflytingini ans. Samfelagið er í beinharðari kapping um okkara fremsta ríkidømi, okkara dýrabarastu ogn, sum eru fólkini, ið her búgva. Um tað enn ikki er púra greitt, skal eg sláa tað rimmar fast: Vit tapa. Vit fáa bank.
Støðan er tann, at serliga okkara unga ættarlið rýmir úr Føroyum og allarflestu teirra hava ongan hug at venda aftur higar. Okkara ættarlið, sum av røttum nú skal brynja seg at flyta føroyska samfelagið fram í framtíðini, er ikki her. Politiska skipanin er farin undir at spjaða okkara unga ættarlið – og í somu stund at avlaga framtíðina.
Trúgvin upp á framtíðina
Vantandi handlingar stimbra í hesum døgum undir og eiga sín avgjørda lut í stóru fólkafráflytingini. Eg skal ikki siga, um tað er politiska skipanin, sum ikki trýr upp á framtíðina í hesum landinum, ella um okkara fólkavaldu bara eru óvanliga stuttskygd – men tað er í øllum førum púra galið við raðfestingunum.
Kanning, sum Norðuratlantsbólkurin lat úr hondum í 2007, vísti, at ein triðingur av teimum, ið fara til Danmarkar at nema sær útbúgving, høvdu fegin tikið eina bachelor – ella ein part av útbúgvingini – í Føroyum, um hetta bar til.
Serfrøðingar, stovnar og viðmerkjarar hava seinastu árini skrivað eina rúgvu av tilmælum, sum hava verið á einum máli um, at eitt máttmikið lestrarumhvørvi er alneyðugt krav, um fólkafráflytingin av okkara unga ættarliði skal steðga. Vantandi útbúgvingarmøguleikar er tað, sum noyðir størsta partin av føroyska ungdóminum av landinum. Einki av hesum verður ført út í lívið.
Støðan er nú, at flest øll fara av landinum, tá tey hava lokið miðnámsútbúgving. Veruleikin er, at tess longri føroyingar verða í Danmark ella aðrastaðni, tess størri tilknýti fáa tey til nýggja heimstaðin. Samstundis verða líkindini størri fyri, at tey ikki flyta heim.
Norðurnorski býurin Tromsø er dømi um útjaðarøki, ið stendur seg væl í kappingini um fólkatilfeingið. Býurin var í somu støðu sum Føroyar fyri gott og væl 50 árum síðan. Tey ungu valdu heimbýin frá. Fólkafráflytingin var alarmerandi. Við sínum 66.000 íbúgvum fór býráðið undir sína størstu byggiverkætlan nakrantíð – eitt risastórt universitet, sum skuldi draga ungdómar úr øllum heiminum til sín. Tað eru 9.000 lesandi og 2.500 starvsfólk á hesum fróðskaparsetrinum í dag, og einasta plássið í Norðurnoregi, sum er í vøkstri nú, er Tromsø. Orsøkin er fremst av øllum hetta altjóða og kappingarføra fróðskaparsetrið. Reykjavík, Akureyri og Aalborg eru dømi um tað sama.
Eitt kappingarført fróðskaparsetur er alneyðugt fyri føroyska samfelagið. Tá ein norðurnorskur býur kann draga ungdómar til sín, so kunnu Føroyar sjálvandi eisini.
Ung lesandi hava áræðið og stimbra í nógv størri mun undir broytingar í einum samfelag enn aðrir aldursbólkar. Flestu teirra eru enn ikki bundin at arbeiðsmarknaðinum og hava ikki stovnað egna familju og kunnu av somu orsøk loyva sær meira, tá tey geva sína meining til kennar. Teymarnir at arbeiða, skapa og úttala seg eru fríari. Men tað eru hesi somu fólkini, sum Føroyar útflyta í stórum nøgdum, serliga tí lestrarmøguleikarnir eru ov fáir. Henda neyðuga skapanarorkan fer okkum til spillis. Eitt kappingarført fróðskaparsetur við 2.000 lesandi, sum virkaðu og brúktu sínar pengar í føroyska høvuðsstaðnum, hevði givið samfelagnum stóran íblástur. Óteljandi møguleikar høvdu brádliga tikið seg upp, sum við tíðini hevði kastað pengar av sær kring alt landið.
Sorgarsøgan er, at politiski viljin er ov lítil og stuttskygdur.
Hóreiggingin
Samfelagið er okkum øllum til láns. Tað eru skyldan hjá tykkum ábyrgdarhavarum, at komandi ættarlið arvar eitt eins gott samfelagið, sum tykkum var latið. Tað er tíverri ikki kósin í dag.
Meðan reyðu ávaringarlampurnar lýsa alsamt týttari og fleiri standa og rætta landsstýrinum hjá Kaj eina hjálpandi hond ganga okkara fólkavaldu og hóreiggja sær. Nøkur einstøk dømi burtur úr rúgvuni:
Irrationella lokalpatriotisman fær ongan enda, og løgtingslimir arbeiða fyri nøkur útvald fólk heldur enn alla tjóðina. Smálutir sum vegir og tunnlar hava størri týdning enn fólkafráflytingin. Íløgur, sum ikki flyta nakað grundleggjandi, men eru løtuvinningar hjá ávísum politikarum.
Alt var ein ruðulleiki fyri jól. Tað lukkaðist løgmanni og sitandi samgongu at øsa óteljandi borgarar og økja gjónna millum samfelagsbólkarnar í hesum landinum við forskattingini av pensjónum og flatskattinum. Hugurin var eingin at grundgeva fyri hesum stóru samfelagsligu broytingunum, hóast nógvar óvissur – sama óvissan er birt í fólkunum. Mistrivni og størri ójavni seta nú sín greiða dám á samfelagið. Hetta fer helst at gera tað enn trupulari at savna tjóðina, tá tað verður neyðugt.
Okkara fólkavaldu royna enn sum áður at verja sínar fyrimunir við koyripengunum, hóast fjølmiðlarnar hava fleiri ferðir víst á henda hamrandi órættvísa skeivleikan.
Fyri at seta krúnuna á verkið eru tað samgongulimir, sum tváa sínar hendur í fjølmiðlunum og siga, at teir brýggja seg ikki um politisku átøkini hjá samgonguni, teir styðja. Eg skal minna tykkum á, at fólkafráflytingin er álvarsamari enn at ávirka mál, sum eru meinaleys í stóra høpinum, ella at halda lív í einum politiskum flokki.
Tað verða færri pengar at brúka, um fólkafráflytingin ikki steðgar. Fyritøkur og handlar mugu snara lyklinum, tí færri brúka tænasturnar. Eftirspurningrin verður ov lítil, og fólk verða uppsøgd. Barnagarðar mugu lata aftur, tí barnafamiljurnar verða færri. Samfelagið verður ikki ment at varðveita vælferðina, og enn minni at taka roynistøk. Hetta er tað, sum fer at henda við tíðini, um ábyrgdarhavararnir, sum sita við evsta valdinum, ikki taka sær um reiggj nú.
Samfelagið skal liva víðari
Løgmaður bar alment fram í mai, at fólkavøkstur er aðalmál hjá sitandi samgongu. Føroyar hava mist sløk 1000 fólk, síðan hann setti seg í løgmansstólin á heysti 2008. Kaj Leo Johannesen hevur fyrr ført fram, at hann er ikki tann, sum fer av skipinum – hann fer heldur niður við skipinum. Góði Kaj, fullfør ikki hóttanina, um tað ikki eydnast tær at venda skútuni.
Samfelagið skal liva víðari eftir tykkara tíð. Tit eiga tykkara stóra lut í at syrgja fyri, at vit, sum framhaldandi vilja búgva her, kunnu tað undir sømiligum umstøðum.
Tað eru fá, sum bíða spent eftir at vera vaksin í Føroyum. Allarflestu teirra tíma ikki at vera vaksin her. Støðan er nú, at fá teirra tíma at hava ábyrgd í Føroyum, fá teirra tíma at hava lán í Føroyum, og fá teirra tíma at brúka sína útbúgving í Føroyum.