Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
-----
- Eg hoyrdi teg í útvarpinum! segði ein vinmaður sonin ein dagin. - Ná, hvat tosaði eg um? - Tað minnist eg ikki... Hetta fekk meg sum ikki einaferð at hugsa um, hvat tað er, vit hoyra, tá onkur úttalar seg ella skrivar okkurt. Og hvønn týdning hava miðlarnir, vit brúka.
Hesin spurningur er aktuellur við Facebook, har fólk skriva bæði líkt og ólíkt, tíðliga og seint, við arbeiðs- ella privathatti á, hultur til bultur. Málburðurin er alt frá sera formalistiskum til púra avslappað, orðavalið ofta meira talumál enn skriftmál, og langt frá stílinum, sum flestu vildu brúkt í eini almennari samrøðu ella einum lesarabrævið.
Hvat signaleri eg og hvør eri eg, tá eg skrivi á FB - privatpersónur, alment sett, nevndarlimur, fyriverandi okkurt ella kanska alt í senn. Hvønn síggja vinir og kenningar mínir meg sum, tá eg skrivi, og hevur tað nakran týdning. Og hvussu lesi eg boð frá øðrum. Eg kann í øllum førum staðfesta at tað er ótrúliga stórur munur á, hvussu fólk brúka Facebook til arbeiðis og privat brúk, hvussu tey orða seg og hvat tey siga nakað um.
Eg skilji ímillum mínar almennu leiklutir, tá eg úttali meg, fyrst og fremst í fjølmiðlunum, men eisini í almenna rúminum herundir Facebook. Samstundis er tað greitt, at hóast eg veit, hvør avsendarin er, so er tað ikki vist, at móttakarin er líka greiður um tað, tí eg havi sum so nógv onnur her á landi fleiri leiklutir, sum onkuntíð yvirlappað . Og tað ger, at eg eins og mong onnur vari meg fyri, at tað eg sigi í einum leikluti, ikki er í andsøgn ella kann virka negativt á ein av hinum leiklutunum.
Eg haldi meg ikki beinleiðis aftur at siga mína erligu meining sum privatpersónur, men í fleiri og fleiri førum hugsi eg meg um eina ferð eyka, áðrenn og serliga hvussu eg úttali meg, ikki minst um tað er okkurt, eg eri ónøgd við ella ósamd um. Hetta er ein neyðug, men vandamikil støða, tí tað er stórur vandi fyri sjálvsensuri í einum leikluti av bangilsi fyri at koma at traðka onkran á tærnar, sum eg fegin vil sita væl um sátt við í øðrum leikluti.
Tað er eingin ivi um, at um vit kenna fólk úr einum starvi ella leikluti, so hugsa vit um tann leiklutin eisini, tá tey trína fram, siga ella skriva okkurt í einum øðrum leikluti. Jú størri vald ella jú kendari leikluturin er, jú meira fyllir hesin í hugaheiminum hjá fólki eisini, tá viðkomandi heldur frí.
Vanliga fatanin er, at jú longri upp tú kemur í hierarkinum, nærri maktsentrinum, jú minni kanst og eigur tú úttala teg sum privatpersónur. Tí stúrsaði eg við, tá eg nú ein dagin las á Facebook vanganum hjá einum landsstýrisfólki: “Sum privatpersónur haldi eg ...” og so hartar viðkomandi ein almennan stovn og starvsfólkini har. Uttan at taka støðu til málið, sum varð umrøtt, so fór eg at hugsa um, hvørt fólk megna at síggja hesa útsøgnina sum støðuna hjá einum privatpersóni, ja um tað yvirhøvur er gjørligt at hava meiningar sum privatpersónur í almenna rúminum, tá mann er landsstýrisfólk. Og um tað sømir seg hjá landsstýrisfólki sum privatpersónum alment at harta embætisfólk, uttan at leggja fram grundgevingar fyri atfinningunum.
Men hetta er bara mín meining sum privatpersónur...