- Eg havi eina danska lóg, sum eg havi skyldu til at umsita á rættan og lógligan hátt, og tískil fái eg ikki gjørt øðrvísi, sigur innlendismálaráðharrin Jógvan við Keldu um umstrídda útlendingamálið. Landsstýrismaðurin er keddur av, at støði gjørdist so lágt undir kjakinum í tinginum í gjár.
- At eg verðið ákærdur fyri at birta uppundir fremmandahatur, eri eg sera harmur um, tí tað einasta, eg havi gjørt, er at bera meg at sambært donsku lógini, slær Jógvan við Keldu fast.
Eingin grein 25 nevnd
Fleiri tinglimir vístu í gjár sína ónøgd um, at eingin verulig viðgerð er farin fram í samgonguni, og at ein grein 25 nevnd skuldi verðið sett.
- Eingin nýggj nevnd verður sett orsakað av tí, sum er farið fram seinastu dagarnar, og tað ætli eg mær ikki at gera nakað við í fyrstu syftu, sigur ein avgjørdur landsstýrismaður.
John Johannesen og Poul Michelsen siga báðir í blaðnum í dag, at teir ikki mettu Jógvan við Keldu hava undirtøku í samgonguni, men har er landsstýrismaðurin ósamdur.
- Føroya Landsstýri hevur boðað frá, at undirtøka er fyri uppskotinum, og tískil eri eg ikki samdur við hesum, sigur Jógvan við Keldu. Hann heldur, at tá løgmaður sum ovasti myndugleikin greitt hevur gjørt vart við hetta, er einki at kjakast um.
Kann ikki ignorera arbeiðsloysi
Jógvan við Keldu sigur, at hann sum landsstýrismaður ikki kann ignorera vaksandi arbeiðsloysi, sum seinastu mánaðirnar nærmast er tvífaldað.
- Tá lógin sigur, at útlendingar bert kunnu fáa arbeiði orsakað av "væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn", má eg bera meg at eftir tí, og tá útlendingar fyrr eru komnir til landið, hevur tað verið orsakað av, at brúk hevur verið fyri arbeiðsmegi, men nú sær øðrvísi út, slær innlendismálaráðharrin fast.
Jógvan við Keldu sigur, at hann aftur skal hava fund við landsstýrið um málið í næstum, men fyribilst stendur hann við sítt og fer ikki at gera kompromis í málinum.
- Nú fáa vit at síggja, hvat landsstýrið sigur, men fyribils er eingin broyting frá mínari síðu um málið, sum eftir røttum skuldi verið føroysk málsøkið, sigur umstríddi landsstýrismaðurin at enda.










