- Eg skuldi jú víðari í lívinum

Elfelagið SEV

 

Hákun Djurhuus, sum verður nýggjur stjóri í Elfelagnum SEV frá 1. januar 2008, heldur, at hansara útbúgving sum sivilverkfrøðingur og hansara royndir innan leiðslu gjøgnum fleiri ár, er góður førleiki í nýggja starvinum.

- Jú, eg haldi, at hetta verður ein spennandi uppgáva, og eg gleði meg til at taka við starvinum.

Hákun Djurhuus var leysur í starvinum sum stjóri á Føroya Shell fyrr í heyst, og nú stendur henda nýggja avbjóðingin fyri framman hjá honum.

- Vit vóru eini 100 fólk í starvi hjá Føroya Shell, og vit eru eini 140-150 í starvi hjá Elfelagnum SEV.

Nýggi stjórin heldur, at hansara tekniski førleiki sum sivilverkfrøðingur og umsitingarligu royndir gjøgnum fleiri ár fara at koma honum til góðar sum stjóri í Elfelagnum SEV.

Spurdur, hví hann søkti starvið, sigur hann:

- Eg segði meg úr starvi hjá Føroya Shell longu seint í vár, men havi verið knýttur at felagnum fram til heystari. Nú var eg leysur, og eg skal jú víðari í lívi mínum. Eg eri glaður fyri, at stýrið í SEV hevur víst mær hetta álit, sigur Hákun Djurhuus.