- Eg skilji ikki, hví fólk ikki so frægt sum kunnu sleppa av við ullina fyri einki. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum. Í Sosialinum í dag verður nógv gjørt burturúr, hvussu ringt tað er at fáa nakað gagn av føroysku ullini.
Les eisini: Í ár fer alt Føroya gull fyri skeytið
Eitt nú hevur Als boðað frá, at tey fara ikki at skipa fyri ullamóttøku aftur í ár og tí ver vandi fyri, at øll ullin fer fyri skeytið. Jacob Vestergaard skilir ikki, hví Als ikki skipar soleiðis fyri, at fólk fáa møguleikan at lata ullina fyri einki.
Jacob Vestergaard eigur sjálvur nógvan seyð og fær eini 190-200 kilo av ull burtur úr hvørjari royting.
Og hann sigur, at sjálvur skuldi hann gleðiliga latið ullina fyri einki, tí tað er líka nógv stríð at at beina hana burtur, sum at lata hana í eina serstaka bingju, so at hon kann gagnnýtast.
Les eisini: Tak ábyrgd av ullini
- Fyri meg hevur tað als onki at siga, um eg fái tíggju krónur fyri kilo ella onki, bara eg sleppi av við ullina uttan alt ov nógv stríð, sigur hann við vinnublaðið hjá Sosialinum. Og hann er vísur í, at soleiðis er tað eisini hjá teimum flestu.
|