- Eg skilji væl, at fólk eru í øðini um avtaluna, vit hava gjørt við fráfarna stjóran í ALS. Men hetta er ein gøla, sum vit kundu verið sloppin undan.
Tað sigur Ingeborg Vinther, limur í stýrinum fyri ALS.
Men hon heldur, at tey kundu verið sloppin undan undan allari hesari øsingini
í sambandi við ernst Jacobsen, fór úr starvi.
Hon sigur, at í sambandi við uppsøgnina, var avtalan, at tað skuldi vera formaðurin, sum skuldi vera talsmaður hjá stýrinum og tað virdu hinir stýrislimirnir.
Men hon heldur, at kunningin til almenningin fór heilt av sporinum og at tað er hetta, sum hevur elvt til misnøgdina allastaðni.
- Tað, sum om fram, var, at stjórin hevði sagt upp sjálvur og at hann fór úr starvi alt fyri eitt, men at hann hevði fingið 14 mánaðarlønir við sær.
Stýrisformaðurin avsannaði, at stjórin var biðin um at siga upp og sjálvur slapp stjórin at føra seg fram við, at ætlanin var ongantíð at verða gamal á ALS og at hann nú fór heim at mála og at gera húsini liðug.
Koyrdur frá
Ingeborg Vinther sigur, at øll vistu beinanvegin, at her búði meiri undir enn tað, tí tað hevði verið óhoyrt, at ein stjóri, sum sjálvur segði upp, fekk 14 mánaðarlønir við sær sum takkarløn fyri gott avrik, sum tað varð ført fram.
- Tað er heldur ikki rætt, at stjórin segði upp sjálvur. Tað vóru samstarvstrupulleikar, sum elvdu til, at stýrið hevði mist álitið á stjóranum og vildi hava hann frá, sigur Ingeborg Vinther.
- Tað skuldu vit havt fortalt almenninginum beinanvegin, so høvdu vit sloppið undan hesi gøluni.
Hon vil ikki siga, hvørjir samstarvstrupulleikarnir vóru.
Men hon váttar, at stóra samkoman í Norðurlandahúsinum í sambandi við 20 ára føðingardagin er eitt mál, ósemja hevur verið um.
- Tá var útgjaldið til arbeiðsleys skert og stjórin varð biðin um at ikki at gera so nógv burturúr føðingardegnum.
Kortini varð umleið ein hálv millión brúkt í tí sambandinum.
Er hent fyrr
Annars vísir Ingeborg Vinther eisini á, at tað er hent fyrr, at stjórar eru uppsagdir í ALS og hava fingið fráfaringaravtalur.
Í 1997 var eisini ein stjóri í ALS (Sjúrður Horsdal) loystir úr starvi upp á standandi fót undir líknandi umstøðum, sum Ernst Jacobsen, nú er farin frá.
- Tann stjórin fekk eisini eina fráfaringaravtalu, har hann fekk løn í 13 mánaðar eftir at hann var farin úr starvi.
- Men ta ferðina varð alment boðað frá, at talan var um samstarvstrupulleikar og tað hoyrdist ikki eitt orð aftur um tað, sigur Ingeborg Vinther.
Ongin viðmerking
Í sambandi við ALS-gøluna, er tað komið fram, at tann eini stýrislimurin í ALS, Bjørgfríð Ludvig, var farin úr stýrinum á nýggjárinum, men at varamaður hennara, Snorri Fjallsbak, ikki er boðsendur í stýrið í sambandi við fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen.
Snorri Fjallsbak er leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og ber orð fyri at vera ógvuliga standhaftigur í samráðingum og at ansa sera væl eftir, at ongin óneyðug almenn króna fer úr kassanum til lønir.
Tí eru tað summi sum hava viðmerkt, at hevði hann verið í stýrinum hevði tað aldrin hent, at Ernst Jacobsen hevði fingið eina fráfaringaravtalu, sum hesa.
Snorri Fjallsvak váttar, at hann hevur ongi fundarboð fingið.
Men um tað hevði broytt støðuna, má standa í tí óvissa, tí Snorri Fjallsbak hevur hann als onga viðmerking yvirhøvur til málið, hóast hann av røttum átti at verið í stýrinum fyri ALS.
LES EISINI GREININA: Ein beiskur biti at svølgja