Eg skilji heldur ALS einki

Eyðgerð Mørkøre Kruse, lesandi
------
Bæði í teimum sosialu miðlunum og í teimum almennu miðlunum, hava fólk teir seinastu dagarnar ilskast inn á, hvussu nógva løn ein stjóri í almennum starvi fær, tá hann sjálvur sigur seg úr starvi.
Almenna fráboðanin var, at stjórin segði seg úr starvi, tí at hann ætlaði at søkja sær aðrar avbjóðingar, og tað kom eisini fram, at hann ikki hevði nakað ítøkiligt arbeiði at fara til, eftir at hann fór frá sum stjóri í ALS.
Her byrjar so undranin og skjótt kemur fram, at stjórin hevur fingið stóra upphædd við sær, nú hann hevur sagt seg úr starvi fyri at leita sær eftir øðrum avbjóðingum.
Síðan vísir tað seg, at í hesum máli býr nakað annað. Skjótt kemur fram, at stýrið hevur mist álitið á stjóranum í ALS, og fyri sum skjótast at fáa hetta mál avgreitt, samráðast partarnir um eina fráfaringaravtalu.
Vit sum almenningur kenna ikki allar smálutir í hesum máli, men vit hava hoyrt frá stýrislimum, bæði teimum sum standa við avtaluna og teimum sum halda, at tey hava gjørt eitt mistak, og tískil vita vit okkurt.
Tað sum undrar, ella sum tykist óskiljandi er, at stýrið fyri ALS, tá tey gjørdu avtalu við fráfarandi stjóran, ikki hugsaðu, at tað fóru at verða settir spurningar við tað almennu fráboðanina, um at stjórin fer sjálvboðin frá, og andsøgnina við samsýningina, hann fekk. Stýrislimirnir siga seg hava fingið at vita, at hendan fráfaringaravtala er fevnd av almennum innliti, og tískil fór tað at koma fram, hvat hendan avtala hevði kostað.
Tað tykist løgið, at eingin í ALS stýrinum hevur hugsað, at tað síðan fór at verða grópað í málinum. Talan er um eina lívsneyðuga skipan fyri nógvar familjur, og tað hevur verið tosað nógv um, hvussu týdningarmikil hon er fyri at tryggja nógvum familjum mat í munnin, tá tey koma út fyri tí ólukkuligu støðu, at fólk missa starv sítt, og við tí møguleikan at syrgja fyri at fáa mat í munnin.
Tískil er tað óskiljandi, at EINGIN í stýrinum setti hesa avtalu í hálsin, og ikki t.d. hava roknað hana út í arbeiðsmannalønum, sum tað ofta hevur verið gjørt í samband við onnur mál. Gud viti, hvussu arbeiðsfólk í Føroyum kenna seg.
Tað er skiljandi, at stýrið ynskir eina avtalu við stjóran, fyri at partarnir sum best koma burtur úr samstarvinum, men at EINGIN í stýrinum hevur sett spurnartekin við, um avtalan, sum tey undirskriva ikki er órímilig. Tað er óskiljandi, at tey ikki bróta siðvenjuna, har tað hevur verið vanligt, at tey sum stýri eru samd, tá avgerðir verða tiknar.
Herfyri var tosað við stjóran í ALS í kreppuárunum í 80unum. Hon greiddi frá, hvussu hon og starvsfólk høvdu arbeitt heima við hús hjá henni, tí at tey ikki høvdu høli. Eins órímiligt tað var, kennist tað uttan iva fyri mong, at ein stjóri í ALS fær so góða avtalu fyri, at stýrið missir álit á honum. Álitið fer orsakað, at hann nýtir ov nógvan pening. Lønin er nógvur peningur. Úrslitið er, at flest fólk hava mist álit á stýrið fyri ALS.
Hevði tað ikki verið virðiligast fyri øll, at sagt stjóranum úr starvi, um álitið var rokið, við fráfaringaravtalu, sum er í starvssetanarbrævi hansara, fyri síðan at varðveitt álitið á stýrið og skipanina sum heild?