Eg skal ikki verða fjøruti og ferdig

- Tá eg fylli 40 í august skal eg ikki vera fjøruti, feit og ferdig, sigur Malan Eyðunsdóttir, lærari og songkvinna

Malan Eyðunsdóttir, lærari og songkvinna, svarar spurningum um farna árið – og tað komandi.

Hvussu hevur 2014 verið?

- 2014 hevur verið frálíkt! Eg kann gleðast um, at eg havi ein deiligan mann og trý deilig børn. Vit hava tað gott. Eg trívist væl í mínum arbeiði sum lærari, og samstundis sleppi eg at útliva mín dreym sum songkvinna við Flammu.

Hvat var tað besta, sum hendi hjá tær í 2014?

- Tann var uttan iva, at B36 gjørdist føroyameistari. Eisini var eg so heppin at sleppa á Frigg Festival, tí maður mín hevði besta slagorðið: "Frændanna Miðgarður", og hann vann eina ferð fyri tvey við uppihaldi á gistingarhúsi og tvey atgongumerki til festivalin í Kongens Have. Og afturat tí kann eg eisini gleða meg til apríl komandi ár, tí tá sleppi eg á konsert við Dizzy Mizz Lizzy.

Hvør var keðiligasta upplivingin í 2014?

- At vinkona mín misti mammu sína.

Hevur tú nakað nýggjárslyfti?

- Tað er tað vanliga: Leggja av at roykja, klænka meg, venja meira…

Hvat ætlar tú tær at náa í 2015?

- Vónandi fari eg at halda mítt nýggjárslyfti, tí eg fylli 40 í august, og tá ætli eg mær ikki at vera fjøruti, feit og ferdig, men fjøruti, frek og fit.