Eg skal ikki hava pensjón tá eg fylli 67

- Eg eru til reiðar at taka takið, og eg veit at tað eru nógv onnur eisini

Pensjónsaldurin skal hækka

 

Tað verður eitt av politisku málunum hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum nú eitur Nýggja Sjálvstýri.

 

Sum vit søgdu her á www.in.fo legardagin, hevur Sjálvstýrisflokkurin nevniliga skift navn og hann eitur nú Nýtt Sjálvstýri.

 

Og nú flokkurin hevur skift navn, hevur formaður floksins eisini lyft lokið av og hevur avdúkað nøkur av teimum politisku málunum, hann fer at virka fyri í næstum.

 

Og eitt av teimum politisku málunum er at hækka pensjónsaldurin. Men hann sigur ikki, hvussu nógv, pensjónsaldurin skal hækkast. Hann sigur heldur ikki, nær hann skal hækkast.

 

- Hvussu og nær, vit gera tað, kunnu vit viðgera nærri, sigur hann.

 

Tað einasta, hann veit, er, at tað verður ikki tey allarfyrstu árini, at pensjónsaldurin hækkar.

 

Tað verða sostatt ikki nær, sum standa á gáttini til at verða pensjónerað, sum fara at merkja nakað til, at pensjónsaldurin hækkar.

 

- Men vit, sum í dag eru í tríatiárunum, tey, sum eru í fýratiunum og kanska eisini tey í fimmtiárunum, eru komin lutfalsliga seint á arbeiðsmarknaðin.

 

- Vit hava í størri mun tikið útbúgvingar, áðrenn vit eru farin til arbeiðis.

Arbeiðsumstøðurnar eru eisini munandi batnaðar, og nógv av okkum verða ikki slitin í sama mun, sum eldra ættarliðið var av hørðum arbeiði.

- Tí skulu vit eisini taka ábyrgd av samfelagnum.

 

- Kann mítt ættarlið arbeiða eitt ár, ella tvey, longri, fer tað bøta munandi um haldføri í búskapinum og tað fer at vera við til at tryggja vælferðarsamfelagið.

 

- Eg eri til reiðar at taka tað takið, og eg veit, at nógv við mær eru eisini tað, sigur Jógvan Skorheim.

 

Hann leggur afturat, at tað slepst ikki undan at hækka pensjónaldurin, tí vit liva betur, og vit liva longri, og hansara ættarlið kann verða longri á arbeiðsmarknaðinum.

 

- Tað er munur á teimum, sum eru 65 ár í dag, og á okkara ættarliði, tá ið vit verða 65. Tað eldra ættarliðið fór tíðliga til arbeiðis. Tey hava arbeitt hart, og arbeiðsumstøðurnar vóru ikki so góðar, sum tær eru í dag.

 

- Tí skulu tey, sum eru komin upp í árini, pensjónerast eftir verðandi skipan, men hjá teimum yngru skal hann hækkast, leggur Jógvan Skorheim afturat.