- Eg sat við øllum ognunum

- Um eg standi aftan fyri tað, sum er hent - hvat skuldi motivið tá verið, spyr miljarderurin, Tom Hagen, sum er skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni.

 

 

Longu í februar mánaði í fjør segði miljarderurin, Tom Hagen, at hann hevði hugsað tankan, at tað kundi verið hann, sum var undir illgruna fyri at hava høvuðsábyrgdina av tí, sum er hent konu síni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

Men, Tom Hagen legði eisini aftrat: - Um eg standi aftan fyri hetta - hvat skuldi tá motivið verið? VG hevur fingið upplýst, at hetta var eitt av málunum, sum vóru komu fram undir avhoyringunum av miljarderinum í februar mánaði í fjør.

Men, fólkini hjá norsku løgregluni, sum arbeiða við at loysa gátuna um Anne-Elisabeth Hagen, hava hugsandi eitt ástøði - ella eina teori - um, hví Tom Hagen kann hava dripið ella hava viðvirkað til, at kona hansara nú hevur verið burtur í skjótt 19 mánaðir.

Sjálvur hevur Tom Hagen noktað seg sekan og hevur sagt, at hann hevur einki sum helst við burturblívingina av konu síni at gera. Fyrst varð ríkmaðurin handtikin í málinum og skuldsettur, og norski tingrætturin helt, at ábendingar eru um, at hann er sekur. 

Tí gjørdi tingrætturin eftir handtøkuna eisini av at varðhaldsfongsla mannin í fyribils fýra vikur.

Men, tá so Tom Hagen kærdi avgerðina hjá tingrættinum um fongsling, fekk Tom Hagen viðhald í  lagmannsrættinum, sum gjørdi av at leyslata mannin, eftir at hann hevði sitið avbyrgdur í varðhaldi í eina góða viku. 

Tá norska løgregln staðfesti, at lagmannsrætturin vildi leyslata Tom Hagen, kærdi tey málið til hægsta rætt, og meðan hægsti rættur brúkti einar tveir dagar til máið, var hin 70 ára gami verandi í varðhaldinum. 

Men, úrslitið í hægsta rætti varð, at rætturin staðfesti avgerðina hjá lagmannsrættinum, og soleiðis varð Tom Hagen leyslatin eftir at hava sitið í varðhaldinum í 11 dagar av teimum fýra vikunum, sum tingrætturin dømdi hann til at sita.

Hin 26. februar í fjør var Tom Hagen til avhoyringar sum vitni. Tá hevði kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, verið burtur í seks mánaðir, og í almennum eygum royndi løgreglan tá at loysa gátuna sum eitt mál, ið snúði seg um rán av einum menniskja við fíggjarligum endamáli.

Hetta var eisini triðja avhoyringin av Tom Hagen í februar mánaði hetta ár. Henda dagin fortelur hann eitt nú um hjúnarbandið, fíggjarlig viðurskifti, stríð, um gerandisdagin hjá Anne-Elisabeth Hagen og um, hvussu hon hevði tað, áðrenn hon hvarv.

Í fleiri avhoyringum frammanundan hevði Tom Hagen spurt, um hann var undir illgruna. Í avhoyringini hin 26. februar í fjør fortelur hann løgregluni um, hvussu hann metir, at ein møguligur illgruni kann vera vendur móti sær, men samstundis vissar hann løgregluna um, at hann eingi motiv hevur til tess at gera seg inn á konu sína.

Eitt ár og tveir mánaðir eftir hetta, verður Tom Hagen handtikin á opnari gøtu í Lørenskog, tá hann er á veg til arbeiðis. Hann verður skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Men, sum áður greitt frá, gjørdi lagmannsrætturin av at leysalata miljarderin, tí rætturin metti, at tað líka so væl er hugsandi, at Tom Hagen er ósekur - sum sekur.

VG hevur áður skrivað, at løgreglan tíðiga í kanningararbeiðnum fekk upplýsingar um, at Anne-Elisabeth Hagen í fleiri ár hevði livað í einum turbulentum hjúnalagi. Fleiri, sum kenna Hagen-hjúnini, hava fortalt um stríð millum tey bæði, sum røkkur aftur í tíðina. Hetta nevndi Tom Hagen eisini, tá hann var til avhoyringar.

Sambært upplýsingum, sum VG hevur, nevndi Tom Hagen undir avhoyringum í februar, at sjalusi og hevnisøka kundu verið motiv, men hann legði dent á, at hetta ikki var aktuelt í hansara føri. Hann segði, at sjálvandi kundi hann vera eitt sindur sjalu. - Men, hvat er eitt hjúnalag uttan sjalusi, spurdi hann.

Tom Hagen nevndi eitt stríð millum hjúnini, sum var miðskeiðis í 1990-unum, men hann legði aftrat, at um hann hevði viljað hevnd fyri tað, sum hendi tá, so hevði tað ikki verið so nógv ár seinni. Hann legði dent á, at hann ongantíð hevur verið eitt menniskja, sum hevnir ella hugsar hevnd.

Miljarderurin viðgekk eisini undir avhoyringunum í februar mánaði í fjør, at pengar ofta eru eitt motiv, men hetta segði hann slett ikki vera aktuelt hjá honum. Maðurin, sum gjørdist miljarderur við ogar-og orkusølu, vísti eisini á, at tað var hann, sum sat við øllum ognunum í hjúnabandinum.

VG sigur seg eisini vita at siga, at Tom Hagen segði seg ikki brúka pengar, og hann snakkaði heldur ikki um pengar. Konan fekk tað, hon hevði brúk fyri - ofta sum løn, tí hon arbeiddi eisini. - Pengar hava ongantíð verið til umrøðu, legði miljarderurin, Tom Hagen, aftrat.

##med2##