Eg royni at gloyma mínar føðingardagar

Í dag verður amerikanska countrylegendan Willie Nelson 80 ár. Hann er framvegis tónleikari á ferð, verður mettur sum eitt tað mætasta countryskaldið nakrantíð og hevur breiða undirtøku í USA, hóast hann kann provokera við sínum sjónarmiðum og framferð.

 

Willie Nelson hevur givið tónleik út síðani tíðliga í 1960’unum, og hann hevur framført kendar sangir sum Blue Eyes Crying In The Rain, Funny How Time Slips Away, Always On My Mind, On The Road Again og City Of New Orleans.

 

Willie Nelson er eitt paradoks. Tí samstundis sum hann hevur skrivað og framført traditionellan og konservativan countrytónleik, hevur hann við sínum langa hári, skeggi og stundum prikandi sjónarmiðum eisini bjóða etableraða amerikanska samfelagnum av - og hann er eisini kendur fyri at roykja marijuana.

 

- Willie Nelson er amerikanskt frælsi við longutong á lofti og einum skálkabrosi í andlitinum, skrivar amerikanska tíðarritið Billboard á 80 ára degnum hjá Willie Nelson.

 

Amerikumenn eru góðir við Willie Nelson – bæði tey konservativu og liberalu – og hann hevur fingið eitt ótal av heiðurslønum og viðurkenningum gjøgnum árini.

 

- Eg royni at gloyma mínar føðingardagar, men tað er deiligt, tá ið fólk minnast føðingardagin og vilja gera okkurt burturúr, sigur Willie Nelson við Billboard.

 

Í 40 ára hevur Willie Nelson verið støðugt á ferð í bussi sínum, sum hann metir sum sítt veruliga heim.

 

- Eg havi búð her longri enn í nøkrum húsi, og her kenni eg meg heima. Eg havi eini hús, sum flyta seg, og tað dámar mær væl, sigur hann.