Føroyar og ES
- Eg eri púra vísur í, at verða Føroyar limur í ES, fer okkara fiskiskapur niður í helvt.
Jørgen Niclasen, sum hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum og sum nú er formaður fólkafloksins á Løgtingi, sigur, at sum støðan er nú, kann føroyskur limaskapur í ES als ikki koma upp á tal.
- Eg ikki so frægt sum orki at tosa um føroyskan limaskap, sum støðan er nú, staðfestir hann.
Annars eru tað kreftir í samgonguni, sum hava borið ES limaskap upp á tal, helst er tað sambandsflokkurin, sum hevur borið upp á mál, at vit eiga at taka upp samráðingar við ES um møguleikarnar og treytirnar fyri limaskapi, ella einum tættari tilknýti til felagsskapin.
- Men sum støðan er nú, kann føroyskur limaskapur als ikki koma upp á tal, sigur Jørgen Niclasen.
Forkoma okkum fiskiríkidøminum
Tá ið formaður Fólkafloksins og fyrrverandi landsstýrismaðurin landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er komin til hesa niðurstøðu, hugsar hann fyrst og fremst um fiskivinnuríkidømið hjá føroyingum.
- Fiskivinnupolitikkurin hjá ES londunum, verður miðstýrdur úr Brüssel og tað tað er als ongin undirtøka fyri at geva teimum ymsu ES londunum heimildin til at umsita teirra egna fiskivinnuríkidømi.
- Í ES trúgva tey upp á eina kvotaskipan og eg eri púra sannførdur um, at verða Føroyar limaðar inn í ES, fáa vit eisini eina kvotaskipan og so fer okkara fiskivinna niður í helvt.
Hann sigur, at úrslitið av kvotuskipanini hjá ES er, at fiskiskapurin er farin niður í helvt, men úrslitið av okkara fiskidagaskipan er, at vit fiska áleið tað sama nú, sum vit altíð hava gjørt.
Jørgen Niclasen hevur herfyri verið í Brüssel, har hann hevur greitt fiskivinnunevndini frá okkara fiskidagaskipan.
Men tað er verri enn so einastu ferð, hann hevur havt høvi at hitta politikarar og embætisfólk í ES, tí hann hevur ferðast nógv í Evropa, bæði sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálum og síðani fyri at greiða frá um okkara fiskidagfaskipan.
- Eg havi sæð, hvørja lagnu tey gomlu fiskivinnusamfeløgini í ES hava fingið. Fyri at siga tað, sum tað er, eru tey sorlað sundur og í størsta inntøkugevandi vinnan í fiskivinnuni í ES er upphøgging av skipum og tað er hugstoytt. Í Peterhead lógu ein ørgrynna av skipum fyrr í tíðini, nú kunnu tey næstan teljast á hondunum.
Jørgen Niclasen sigur, at orsøkin til tað er, at ES-politikarar úr øllum teimum londunum, sum lítla og onga fiskivinnu hava, tvíhalda um, at fiskivinnupolitikkurin skal vera eins í øllum ES og at ongi undantøk skulu gerast.
- Teir góðtaka sostatt ikki, at undantøk verða gjørd fyri at ganga serligum áhugamálum hjá teimum einstøku londunum, á møti.
- Og teir eru altso ivaleysa sterkir til, at hetta verður ikki broytt, tað vísa allar samrøður eg havi havt við ES-myndugleikar í ymsum høpum hesi seinastu árini.
- Men ein av teimum heilt stóru trupulleikunum í hesum sambandi er, at politikarar kring um í Evropa í alt ov stóran mun lata seg stýra av umhvørvisfelagsskapum, sum hugsa meiri um fiskin sum eitt dýr, ið skal varðveitast, enn tey hugsa um fiskin sum eina vinnu.
- Tað er heilt týðiligt, at fiskivinnupolitikkurin hjá ES verður stýrdur av øllum teimum mongu atkvøðunum, sum taka undir við teimum ymsu umhvørvisfelagsskapunum.
Jørgen Niclasen sigur, at Bretland, sum eisini hevur eina munandi fiskivinnu, hava roynt av øllum alvi at umskipa fiskivinnupolitikkin, so at hvørt einstakt land fær ræðið á sínum egna fiskivinnupolitikki.
- Men har er ES veldið ikki til at vika og so leingi tað er støðan, kunnu føroyingar ikki so frægt sum hugsa um ein ES limaskap, tí fiskivinna er okkara høvuðsvinna, sum vit skulu liva av, staðfestir formaður fólkafloksins á Løgtingi.
Fara við oljupengunum
Men tað er ikki bara fiskivinnupolitkkurin, sum fær formann fólkafloksins á tingi at ivast í ES- limaskapi.
Tað er eisini oljupolitikkurin hjá ES, sum ræðir.
- ES krevur eisini at oljuríkidømið í ES, skal umsitast úr Brüssel. Samstundis betalir hvørt limaland eitt limagjald til ES-kassan og tað er ásett alt eftir, hvussu stórar landsins inntøkur eru. Fáa vit nógvar oljuinntøkur, koma vit eisini at betala nógv til ES-kassan.
Niðurstøðan hjá Jørgeni Niclasen er sostatt, at verða Føroyar limur í ES, fáa vit eina kvotuskipan, har fiskivinnan fer niður í helvt og har okkara heimasjógvur fer at liggja opin fyri skipum úr ES londum og at okkara oljuinntøkur fara at streyma niður til Brüssel.
- Hugsa vit um at nattúrutilfeingið, er tað kanska bara tey lond, sum hava nógvan landbúnað, ið hava ein fyrimun av ES tí tey fáa so nógvan studning men so er tað sjálvandi eisini ein spurningur, hvussu gott tað er í longdini.
Tí tekur hann avgjørt ikki undir við teimum kreftum í Sambandsflokkinum, sum hava róð framundir, at vit skulu søkja um limaskap í ES og sum samstundis hava koyrt EFTA í 4. deild.
EFTA og tey fýra frælsini
Tað einasta, sum kann fáa formannin í fólkaflokkinum at skifta meining, er, at nátturutilfeingið verður lagt undir tey ymsu limalondini at umsita.
Tí er hann eisini sannførdur um, at kósin, sum samgongan hevur sett, at søkja um Limaskap í EFTA, er tann rætta leiðin.
- Hvat handli viðvíkur, hava vit hampiliga góða avtalu við ES so fyri fólkaflokkin er ongin ivi um, at vit skulu verða limir í EFTA.
- Men vit eru eisini sannførd um, at vit eiga at taka samráðingar upp við ES um at fáa tey fýra frælsini, sum er fríur flutningur av kapitali, vørum, tænastur og arbeiðsmegi.
Hetta eru frælsi, ið nøkur lond hava fingið í ES, eitt nú Ísland, Noreg og Sveis, so tað eigur tað eisini at bera til hjá okkum at fáa tey.
- Og eg haldi eisini, at tað er rættiliga umráðandi, at vit fáa tey fýra frælsini, tí so eru bara studningarnir eftir, umframt fiskivinnupolitikkin, oljupolitikkin og limagjald til ES, so tað er ongin orsøk hjá okkum at fara longur enn tað.
Jørgen Niclasen sigur, at summi siga, at vit skulu hava limaskap í EFTA fyri at fáa fríari atgongd til ES.
- Tað er ein misskiljing, tí vit skulu hava limaskap í EFTA fyri at lata restina av heiminum upp fyri okkum, staðfestir hann, tí tað verður ein avtala við ES um tey fýra frælsini, sum skal geva okkum betri atgongd til ES.