Við trimum og fýra málum í venjingardystum ímóti Ungarn hevur føroyski høgri vongurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, prógvað, at hann er tilreiðar at vera í minsta lagi avloysari á liðnum.
Les eisini: - Jóhan er tilreiðar
Hann var júst avloysari fyri Hans Lindberg í hesum báðum dystunum. Hans er tó nú komin somikið væl fyri seg, at ætlanin var, at hann skuldi venja róliga við í dag, men tað endaði við, at danska liðið fekk frí frá venjing.
- Tey, sum kenna meg, vita, at tað ikki hóvar mær ikki at venja. Eg vildi fegin havt eina venjing, men tað var heilt einfalt ikki møguligt. Tað vóru ov nógvir, sum ikki kundu, sigur danski landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen, við TV2.
Hann vísir á, at tað eru ov nógvir á liðnum, ið stríðast við smáskaðar, og at tað tískil ikki loysti seg at venja. Hann sigur seg hinvegin vóna, at leikararnir fáa gagn av at hava havt hendan frídagin.
Jóhan á Plógv Hansen er framvegis partur av danska hópinum, men helst glíður hann úr hópinum, um Hans Lindberg gerst klárur at spæla aftur, soleiðis sum tað sær út í løtuni.
- Eg havi júst fingið at vita, at eg skal vera í HM-hópinum nakrar dagar afturat. Eg njóti hvørja løtu, sigur Jóhan á Plógv Hansen í samrøðu við Horsens Folkeblad.
Les eisini: Nú styttist av álvara til HM í hondbólti
HM-kappingin byrjar nú hósdagin. Fyrstu dystirnir verða leiktir í Mercedes Benz Arena í Berlin og í Royal Arena í Keypmannahavn. Týskland spælir ímóti Suðurkorea, og Danmark spælir ímóti Kili.