? Eg mundi verði niðursigldur

Báturin hjá Jákupi Andres Mohr fekk skaða, at sjógvi sum stóð frá, tá trolari við nógvari ferð sigldi fram við bryggjuni á Tvøroyri

Eirikur Lindenskov


? Tað mundi endað galið, tá eg var við báti mínum á Tvøroyri sunnudagin, sigur Jákup Andreas Mohr í Havn.

? Báturin hjá mær lá við bryggju undir flakavirkinum , tá trolarin Phoenix kom við nógvari ferð inn eftir fjørðinum. Ferðin var so nógv, at stórur brotasjógvur stóð frá, og báturin hjá mær slongdist inn í bryggjuna so harðliga, at stevnið fór, greiðir Jákup Andreas Mohr argur frá.

Hann heldur, at slík hazardsigling líkist ongum, og at teir umborð á trolaranum eiga at ansa eftir, tá teir sigla inni á firðunum.

Jákup Andreas dylur ikki fyri, at hann er rættuliga fortørnaður inn á hetta, og sigur, at hann hevur meldað málið til politiið.

Av sýsluskrivstovuni á Tvøroyri vátta teir, at málið varð meldað til løgregluna.

? Tað var trolarin Phoenix, sum hevði verið niðri í Frankaríki til sandblásingar, sum kom inn eftir fjørðinum við fullum drøni, og tá gevur ein slíkur trolari stóra aldu, sigur vakthavandi.

Fyri løgregluni hevur skiparin upplýst, at hann sigldi við 12 míla ferð, tó at mest loyvda ferðin er 4 míl. Vakthavandi á sýsluskrivstovuni sigur, at vanliga verða ikki ferðbøtur givnar skipum, men hann sigur, at skiparin hevur váttað, at trolarin elvdi skaðan, ið kom á bátin hjá Jákupi Andreas Mohr.

? So rokni eg við, at hann fær eina avtalu við reiðaríið um at umvæla skaðan, sigur vakthavandi.

Sjóforhoyr verður valla talan um.

? Skal tað verða sjóforhoyr, so skulu partarnir sjálvir krevja tað, verður sagt av sýsluskrivstovuni á Tvøroyri