Søguliga er talan um ein samanstoyt millum tvær mótstríðandi menniskjafatanir. Øðrumegin hava vit eina røð av hugsarum, ið eru optimistar, sum síggja tað góða í menniskjanum og sum síggja stórar møguleikar fyri einum betri heimi - har felagskapur og samstarv verða raðfest frammum um sjálvsøkni og kapping. Menniskju gera jú hóast alt nógv gott fyri hvønn annan, ofta uttan at fáa nakað afturfyri. John Lennon rennir til hugs: ”Imagine there's no countries, it isn't hard to do. No need to kill or die for and no religions too. Imagine all the people, living life in peace”. Tað ber til – sambært the Beatles.
Hinumegin eru ein røð av hugsarum, ið ikki er so optimistiskir. Teir eru pessimistar - realistar hevur onkur rópt teir. Og sambært teimum fer menniskjað altíð at venda aftur til sínar gomlu vanar. Pessimistiski boðskapurin er: Samkensla, samstarv og góðvilji stinga ikki serliga djúpt. Tey rigga tá umstøðurnar hóska, men so skjótt á stendur, kemur sanna náttúra menniskjans til sjóndar. Minkar tilfeingið og hómast vandar, taka gomul urinstinktir skjótt yvirhond og skúgva alla góðsku til viks. Urinstinktir, ið snúgva seg um egna yvirliving, er sterkasta drívmegin, bæði tá einstaklingar, fyritøkur og lond umræður, verður ført fram.
Mentan ella náttúra?
Men er talan um mentan ella náttúru? Stendur sjálvsøkni skrivað á okkara genir, ella eru vit so ella so produktir av okkara egnu sjálvsøknu samtíð? Amerikanski rithøvundurin Kurt Andersen, ið hevur skrivað bókina ”true believers” um 60ini, hevur ført fram, at tað sum vann frama í 1960unum ikki bert var persónligt frælsi, men ein áður óhoyrd individualisma – einstaklingadyrkan. Vinstravongurin hevur mangan lovprísað tíðini fyri varandi at seta frælsishugsjónina á dagsskránna. Við vinnu- og seksualfrígerðing til dømis. Alt gott um tað.
Men vinstrahalt frælsi var ikki tað einasta. Tí kapitalisman við ”the selfmade man” gjørdist eisini ráðandi í tíðini. Kurt Andersen hevur tí ført fram, at modernaðu frælsisvirðini hava somu einstaklingadyrkan sum grundstøði. Fylg dreyminum, ikki streyminum, er vorðin felagsnevnarin fyri stóran part av vesturlendskari mentan báðumegin politiska skilmarkið. Tú kanst velja at brúka alt títt lív uppá at gerast fleirfaldur millionerur ella fara uppí politikk fyri at bøta um korini hjá útsettum samfelagsbólkum – í báðum førum við góðari samvitsku.
Við 68ara uppreistrinum var egoisman langt um leingi góðtikin. Og tíðin var búgvin. Yngra ættarliðið hevði tørv á at slíta seg frá óneyðugum moraliserandi hafti og siðvenju. Nátúrligu driftirnar høvdu verið kúgaðar alt ov leingi. Rákið í mentanini hevur síðani verið ”because you deserve it!” og ”fylg dreyminum!”.
Eru vit ikki góð?
Men menniskju eru væl før fyri at samstarva, hugsað um onnur og seta egið sjálvsøkni til viks. Og persónligt frælsi ger ikki støðuna verri. Nógv dømir eru: Vit geva meiri pening til vælgerandi endamál í fremmandum londum, melda okkum uppí Amnesty ella hjálpa einum biddara, sum vit ikki kenna, á vegnum. Men hvar gongur markið? Júst hvussu stóra samkenslu hava vit? Og er í seinasta enda ikki altíð okkurt sjálvsøkið mál við øllum vit gera? Granskingin hevur jú staðfest, at sjálvt forelskilsi, ið skuldi snúð seg um kærleika til ein annan, í stóran mun snýr seg um okkum sjálvi og okkara egnu genetisku yvirliving.
Darwin var í síni tíð ivasamur og skal hava sagt, at um tað ber til at staðfesta, at einstaklingar áhaldandi seta egin áhugamál til viks fyri at geva øðrum betri møguleikar at yvirliva, so fall hansara ástøði um nátúrliga útveljing til jarðar. Menningarlæran tóktist ikki hava rúm fyri øðrum enn sjálvsøkni, tí endamálið við lívinum var jú at yvirliva og føra egin gen víðari. Harnæst var ævig kapping um avmarkaða tilfeingi í náttúruni. Fleiri hava síðani roynt at loyst gátuna og tað sær út til, at menningarlæran væl rúmar ávísum ósjálvsøkni.
Amerikanarin Robert Wright, ið hevur skrivað fleiri bøkur um evolutiónssálarfrøði og religión, hevur ført fram, at evolutiónin inniheldur tveir møguleikar fyri góðgerðum og altruismu – sum hóast alt eru rættuliga sjálvsøknir. Í fyrstu atløgu hava biologiskar verur, sambært honum, ein ávísan áhuga at hjálpa sínum tættastu familjulimum; tí gera tær tað, hjálpa tær eisini ótilvitað sínum egnu genum víðari. Í næstu atløgu kunnu biologiskar verur fara langan veg fyri at hjálpa øðrum, ið ikki eru tætt atskild við tær. Sjálvsøkna frágreiðingin er tó, at hetta er fyrireiking til, at tú kanst sjálvur fáa tørv á, at fáa tænastuna afturgoldna. Við øðrum orðum kunnu góðgerðir ”loysa seg væl”. Alt hetta fer fram á ótilvitaðum støði, og vit eru ikki tilvitað um, hví vit hava hug at gera góðgerðir.
Ein onnur ástøði er, at menniskju, hóast sítt genetiska sjálvsøkni, kunnu sýna fremmandum stóra góðvild, orsaka av síni evolutioneru bakgrund sum floksdjór. Sosialitetur og góðvild mótvegis øðrum tryggja einstaklinginum betri møguleikar fyri at yvirliva í einum bólki. Og í okkara evolutioneru søgu var yvirhøvur størri møguleiki at yvirliva í einum størri bólki enn einsamøll. Og skuldi tú vera partur av bólkinum var neyðugt at spæla við. Ástøðin er tí, at bólkamentaliteturin hevur sett síni spor á okkara gen og atferð. Við øðrum orðum vera sosialir bólkar eisini gjørdir til ein spurning um sjálvsøkni hjá einstaklinginum.
Samkenslan kennir síni mørk
Okkara samkensla er rættuliga selektiv. Hugsað bert um vantandi hugin til samkenslu, um talan er um onkran tær als ikki dámar. Ella munin á samkenslu, tá tú hoyrir um vanlukkur í fremmandum londum í mun til vanlukkur fyri fólk tú kennir væl. Harnæst vísir gransking, at vit hava meiri samkenslu fyri fólkum, um tey hava ávís eyðkenni við útsjóndini, t.d. um tey ”síggja fitt út”. Hetta fekk Ed Brooks, klummuskrivara á New York Times, í einari grein frá 2011, at staðfesta, at samkensla ella empati als ikki eru bestu drívmegirnar til at skapa ein betri heim. Tvørturímóti skal oftast onkur yvirskipað politisk hugsjón til, skulu vit brúka samkenslu til nakað munagott, var hansara niðurstøða.
Á víðagitna Stanford University í USA fer ein stór spennandi granskingarverkætlan fram, har spurt verður, hvussu vit fáa fólk til at sýna øðrum størri samkenslu og skapa ein meiri samkenslufullan heim. Roynt verður at kanna, hvørjar umstøður kunnu framdýrka nátúrliga hugin til at hjálpa, sýna samkenslu og seta egið sjálvsøkni til viks - eina løtu um ikki annað. Einfalda niðurstøðan hevur verið, at meiri persónligt yvirskot tú hevur, meiri sannlíkt er tað, at tú fert at sýna líðandi fremmandum ans.
Eitt nú vísti ein eldri kanning, at fólk ið funnu pening á vegnum, áðrenn tey komu fram á ein biddara, í nógv størri mun høvdu hug at geva, enn um tey ikki funnu peningin á vegnum frammanundan. Ein niðurstøða hevur tí verið, at tað ikki ræður um at broyta fólk – tað ber illa til óansæð – heldur ræður um at broyta umstøðurnar soleiðis, at hugurin at hjálpa økist. Tú mást elska teg sjálvan, áðrenn tú elskar tín næsta verður ofta tikið til.
Á globalum stigi er eitt klassiskt boð, at so hvørt globaliseringin tekir dik á seg - og fólk, fyritøkur og lond gerast meiri tengd at hvør øðrum - betri eru útlitini fyri samstarvi, góðvild og minni sjálvsøkni. Við øðrum orðum: Størri tørvurin á samstarvi verður tvørturum landamørk, sterkari vera motivini til at sýna fremmandum góðvilja, hevur optimistiski boðskapurin verið.










