Við bretska blaðið The Guardian sigur Janabi, at hann fann upp á søgurnar um loyniligar vápnaverksmiðjur og søgurnar um lastbilar, sum vóru fullir av lívfrøðiligum vápnum. Hann leyg fyri at fáa Saddam Hussein frá, sigur hann.
Janabi greiddi týsku fregnartænastuni frá søgunum, og tær vóru eftir øllum at døma so sannførandi, at táverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, kom til ta niðurstøðu, at tær vóru sannar. Powell, sum sjálvur var fyrrverandi generalur í amerikanska herinum, brúkti søgurnar hjá Janabi sum avgerandi próvtilfar, tá hann í februar í 2003 helt røðu í ST og vissaði altjóða samfelagið um hópoyðingarvápnini hjá irakska stýrinum.
Ein mánað seinni gjørdi USA innrás í Irak, og hópoyðingarvápnini hjá Saddam Hussein vóru ein týðandi grundgeving fyri innrásini.
– Kanska var tað so, at teir høvdu lívfrøðilig vápn. Kanska var tað ikki so. Teir góvu mær ein møguleika at fella stýrið, og eg hevði møguleikan at finna upp á okkurt, sum kundi gera enda á Saddam og stýri hansara. Eg og synir mínir eru stoltir av, at stýrið fall, og vit eru stoltir av, at vit vóru orsøkin til, at Irak fekk eitt vet av demokratii, sigur Janabi við The Guardian.
Cuveball
Rafid Ahmed Alwan al-Janabi, sum er útbúgvin evnafrøðingur, flýddi úr Iran í 1995. Hann fór til Týsklands og fekk friðskjól har. Í 2000 fekk hann vitjan av týsku fregnartænastuni, sum vildi hava upplýsingar um stýrið hjá Saddam Hussein.
Tað var ikki bara tann týska fregnartænastan, sum hevði áhuga fyri tí irakska flóttamanninum. Eisini amerikanararnir vístu honum áhuga, og fregnartænasturnar hjá teimum báðum londunum viðgjørdu upplýsingar hansara í felag. Sum vanligt er í fregnartænastuhøpi fekk keldan eitt dulnevni. Hjá Janabi bleiv tað Curveball.
Í samrøðuni við The Guardian sigur hann, at hann valdi at samstarva við teir týsku myndugleikarnar, tí teir søgdu honum, at tað gjørdi tað lættari hjá honum at fáa konuna til Týsklands.