? Hetta er ikki nakað, ein verður ríkur av.
? Sum oftast standast bara útreiðslur av hesum.
Nei, tað er ikki vónin um at finna tað einasta eina frímerki, sum kann gera ein til millióning við ein brest, sum fær fólk at samla uppá frímerki.
Og vanliga ímyndin av einum frímerkjasavnara sum einum hálvgamlum, turrisligum stavni, sum situr dag út og dag inn og granskar frímerki undir stórum luppi, er ein púra skeiv.
Ein av okkara fremstu frímerkjasavnarum, Vøgg Guttesen, býarverkfrøðingur í Havn, sigur, at hjá teimum allarflestu eru frímerkini meiri ein máti at savna søgu okkara - fortíð okkara.
?Hetta er eitt spennandi ítriv, og tað er eisini ein góður máti at koma í samband við fólk uppá, sigur hann.
? Eitt nú er tað báði hugtakandi og undrunarvert, hvussu nógvir útlendingar savna føroysk frímerki og, hvussu væl tað ber til at koma í samband við teir.
Vøgg Guttesen sigur, at sjálvur hevur hann samband við fleiri teirra. m.a. savnarar í Pakistan, Suðurafrika, Kanada og Rumenia, fyri at nevna nøkur fjarskotin lond.
Á ólavsøku hevði Føroya Filatilistafelag eina vælvitjaða framsýning av frímerkjum, postbúnum og øðrum, hevur samband við postflutning á gamla Meiarínum.
Formaðurin í Filatilistafelagnum, Vøgg Guttesen sigur, at tað eru nú nøkur ár síðani at felagið tók hendan táttin upp at hava framsýning á ólavsøku.
Á framsýningini fáa vit at vita frá einum øðrum hugtiknum frímerkjasavnara, Ingolfi Nielsen, at fyrr í tíðini nevndist teir postførarar, sum bóru post út.
?Tað var í tjúgunum at teir fingu heiti postboð.
Men so vóru tað eisini ymisk sløg av postboðum. T.d. var tað eitt serligt álitisstarv at blíva pengapostboð.
Tað vóru teir, sum bóru pengar út afturímóti teimum vanligu postboðunum, sum ?bara? bóru brøv út.
Á teimum gomlu postbúnunum sást eisini, hvussu høga tign, hvør einstakt postboð høvdu, tí teir fingu snórar í búnan, alt eftir, hvørjum stigi, teir vóru á, akkurát sum politistar og yvirmenn á sjónum fáa enn.
Á framsýningini hjá filatilistunum vóru tveir slíkir, reyðir postbúnar vístir fram.
Fyrireikararnir vitstu at siga, at Eiler Rubeksen hevði átt tann eina.
Teir reyðu búnarnir blivu skiftir út í 1976.
Savna søgu, ikki pengar
Vøgg guttesen sigur, at tað er ikki ein íløga at savna frímerki, sum mong halda.
? Tey eru sera fá, sum sita og telja takkar fyri at finna feilir í einum frímerki, sum kunnu gera tey rík við ein brest.
? Eg kenni so ongan, sum er blivin ríkur av hesum, leggur hann afturat.
Tað mesta hann veit, at nakar hevur fingið fyri eitt frímerki, sum hevur samband við Føroyar, eru góðar 100.000 krónur.
? Tað var eitt bræv, sum var sent úr Føroyum til Danmarkar, áðrenn frímerki komu í brúk her í 1872.
Tað varð sent úr Føroyum við ongum frímerki á, men so varð frímerki sett á í Danmark. Og hetta brævið var so mikið sjáldsamt og áhugavert, at eigarin fekk yvir 100.000 í lumman, táið ta´ð varð selt á uppiboði fyri nøkrum árum síðani.
Hann sigur, at yvirhøvur eru metingarprísirnir heilt við síðurnar av.
? Er eitt frímerki t.d. mett til 100.000 krónur í eini frímerkjaskrá, er tað ikki óvanligt, at tað fer fyri 10.000 krónur, um tað verður selt á uppiboði, tvs fyri 1/10 part av metingar- virðinum.
?Men sjálvandi eru tað summi, sum leggja eftir at samla uppá feilir, ella frábrigdi - variantar-, sum tað eitur á hasum málinum.
Annars eru tað mong, sum samla uppá frímerki við ávísum evnum, t.d. sum savna frímerki við skipum á, ella hvalum á
Onnur leggja eftir at savna frímerkir við serligari søgu, hvussu brøv hava ferðast. Tvs, at tey savna postsøgu í veruleikanum
Sjálvur hevur Vøgg Guttesen sjálvur lagt seg eftir at savna føroysk merki tvs, at savna merkir eftir 1975.
Men tað ger tað ikki verri, um tey eru límað øvugt í mappurnar....
Formaðurin í filatilistafelagnum sigur, at tað eru einir 50 limir í felagnum.
Men afturat tí eru tað nøkur, sum savna merkir og so eru tað øll hini, sum ikki blaka frímerki burtur.
Fræímerkjasavnarar eru í øllum aldri, tó má eg viðganga, at limirnir í filatilistafelagnum eru tilkomnir, sigur Vøgg Guttesen.