Eg hugsi ikki í kvinnu- og mannfólkastørvum

- Av tí at fiskivinnan er fremsta vinnan her á landi, og tí eg vildi arbeiða við altjóða handli, var tað bert eitt náttúrligt val fyri meg, sigur nýggi stjórin á Faroe Ship

Hon er ógvuliga kvinnuliga og óhátíðarliga ílatin í seinasta nýggja mótanum, men tað er kortini sjónligt, at av hesi stjóraskrivstovu stýrir 35 ára gamla Jóhanna á Bergi, Faroe Ship fyritøkuni, við fimm skipum, nógvum flutnings akførum og 170 starvsfólk.
Fyri at lýsa nýggju tíðirnar hjá gamla Skipafelagnum, leggur Jóhanna á Bergi dent á, at Faroe Ship er flutnings- og tænastufyritøka. Ein mennandi nútíðar fyritøka, sum skal føra virksemið víðari, har tað gamla slepti.
Hon endurgevur John C. Maxwell, sum sigur, at framgongd kann ikki mátast í tí tú fert til, men meira í tí tú leggur eftir teg.Tað er arbeiðssetningur, sum Jóhanna á Bergi kann taka undir við.
Endamálið við at fara undir nýggjar avbjóðingar lýsir Jóhanna á Bergi við at siga, at nýggja virksemið byggir á tríggjar meginreglur fyri menning, sum eru: útinnan, samstarv og álit.
Hon varð biðin um at taka við nýggja starvinum og tók av.
Jóhanna á Bergi er útbúgvin á danska útflutningskúlanum í 1994 og tók MSc í virkisleiðslu á Lærda Robert Gordon Háskúlanum í 2004. Hon tosar enskt, týskt, flamskt, spanskt og franskt, eftir at hava arbeitt ella gingið á málskúla í ymsu londunum, men heldur ikki, at tað er grundgevingin fyri at hon fekk boðið starvið.
Í átta ár hevur Jóhanna á Bergi starvast sum sølustjóri í JFK / Kósini samtakinum í Klaksvík, higar hon kom eftir at hava verið fýra ár í Fraklandi, har hon var sølufólk í Faroe Seafood.
Umframt at hava verið sølustjóri í Klaksvík, hava hon og maðurin Eyðun á Bergi, fingið tvey børn hesa tíðina. Tey eru fimm ára gamla Randi og Jónas, sum er trý ár. Familjan býr í Klaksvík.
Av tí at Faroe Ship hevur deildir kring oyggjarnar, er stjórin ikki á høvuðssætinum hvønn dag, men ferðast av og á millum deildirnar. Tað er heldur eingin forðing at búgva uttan fyri høvuðsstaðarøkið, nú gott samband er oyggjanna millum.

Børn eingin forðing
- Hvussu sita børn og starvsbreyt saman?
- Tað er upp til tann einstaka at meta um. Eg síggi tað ikki sum eina forðing, sigur Jóhanna á Bergi.
Fyrsta dagin í hesi viku situr Jóhanna á Bergi á rúmligu stjóraskrivstovuni í høvuðssætinum hjá Faroe Ship og sæst næstan ikki aftur í stásiligt innrættaða skrivstovuumhvørvinum.
Hon heldur ikki, at hennara arbeiðsdagur við útiarbeiði og smábørnum, er so nógv øðrvísi enn hjá øðum kvinnum og monnum á arbeiðsmarknaðinum.
- Sjálvandi havi eg tann fyrimun, at eg kann skipa mín arbeiðsdag og noyðist ikki sum t.d. flakakvinnnurnar, at standa við flakaborðið frá kl. átta til fimm, ella so leingi fiskur er, men eg havi størri ábyrgd.
- Hjá okkum er tað sama trummerummið við arbeiði og børnum, og eg hugsi oftani, hvat hevði verið øðrvísi, um eg arbeiddi á posthúsinum ella aðrastaðni. Harnæst kann eg arbeiða heima, um tað gerst neyðugt, eitt nú um børnini eru sjúk, og maðurin ikki er heima.
Maðurin siglir og er tveir mánaðir úti og tveir heima. Tað er stór hjálp hjá Jóhonnu, men umframt tað hava børnini ommu og abba í Klaksvík og somuleiðis í Havn, at dúva uppá.

Hugsar ikki í kvinnu og mannfólkastørvum
- Tú byrjaði tína yrkisbreyt sum 24 ára gomul og hevur málrættað arbeitt teg fram til týðandi størv, sum annars hava verið sett av mannfólki?
- Tað havi eg ongantíð hugsað um, svarar Jóhanna. Eg hugsi ikki í kvinnu- og mannfólksstørvum, men havi bert ynskt at arbeiða við altjóða handli. Tá fiskivinnan er fremsta vinnan her á landi, var tað bert eitt náttúrligt val fyri meg, sigur Jóhanna á Bergi.
Tá Jóhanna á Bergi hevði átt fyrsta barnið og var í barsilsfarloyvi, fór hon við Skálaberg til Grimsby.
Spurd, um hon ikki tímdi at ganga heima, sigur Jóhanna frá ferðini:
- Vit vóru tvær av starvsfólkunum, ein góðskustjóri og eg, sum vóru í farloyvi. Vit tosaðu um, at tað hevði verið áhugavert at farið við at marknaðarføra nýggja Skálaberg fyri kundunum í Grimsby.
Tað helt leiðslan í JFK vera eitt gott hugskot og bjóðaði okkum eina barnagentu við, um vit fóru. Tað var ein sera góður túrur, og børnini høvdu tað gott, sigur Jóhanna.
- Hvat skal til fyri at fáa stjórastarv?
- Tað ræður um dygd og at vera á røttum stað til rætta tíð, umframt ein vilja at gera dygdargott arbeiði. Sjálvandi er ikki alt bara væl, men tað er neyðugt at hava ambitiónir, at vera fult og heilt til staðar og at hava eina meining.
Tað er nógv dugnalig fólk í leiðandi størvum í dag, men harfyri er ikki vist, at øll eru tey røttu til júst teirra starv.

Altjóða felag
- Í dag er kappingin stór, og tí er neyðugt at fólk arbeiða málrættað. Ì Faroe Ship, sum er ein føroysk/íslendsk fyritøka við nevnd, sum er mannað av trimum føroyingum og tveimum íslendingum, eru vit komin langt við at skapa framdrift. Kappingin er hørð, og tí er tað av týdningi, at førleikakravið hækkar, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon sær tó bjart upp á framtíðina, av tí at hon hevur fingið góða móttøku í Faroe Ship og kendi seg heima fyrsta dagin til arbeiðis.
- Starvsfólkini her minna meg um tey í fiskivinnuni. Her eru nógv góð fólk, sum ikki eru bangin fyri avbjóðingum og at fara til verka.
- Tað er eisini ein orsøk til, at eg játtaði at fara í starv her, tí eg síggi góðar møguleikar í starvsfólkunum og í felagnum, sigur Jóhanna á Bergi.
- Tað er sera spennandi at arbeiða í Føroyum, nú hetta er vorðið eitt altjóða felag, sum kann veita betri tænastu. Tað kann bert gera okkum betri og sterkari.
Jóhanna heldur, at hon hevði eina avbera góða tíð í Klaksvík og spennandi fólk at arbeiða saman við. Har lærdi hon nógv, sum hon kann brúka í nýggja starvinum.
Hennara dreymur hevur altíð verið at arbeitt sum sølustjóri innan altjóða vinnu, og at vera sølu- og tænasturættað í sínum arbeiði og at hava sambandi við onnur fólk.
- Tað er har, alt byrjar, uttan tað onki virksemi, sigur Jóhanna á Bergi.

Politiska skipanin og globaliseringin
Hon arbeiðir einar seks  átta tímar dagliga og oftani eisini um kvøldarnar, tá børnini eru løgst, men hon skal vera tøk allan sólarringin. Tí verður fartelefonin ongantíð sløkt.
Tað mest umráðandi er at hava góðan skipaðan arbeiðsdag. Týdningarmesta er at leiða og samskipa arbeiðið og at geva starvsfólkunum góðar arbeiðsumstøður.
Um framtíðarvónirnar sigur Jóhanna á Bergi: - Fyrst og fremst síggi eg fyri mær, at tað kemur at henda nógv í Føroyum, og at tað verður ein spennandi uppgáva og ein avbjóðing at menna fyritøkuna. Nógvar broytingar verða, sum fyritøkan skal tillaga seg til.
- Vit eru longu ávegis við at skipa felagið til eitt marknaðar- og tænasturættað felag. Tað arbeiða vit málrættað við í løtuni.
Um politiskar forðingar og globalisering, sigur Jóhanna á Bergi, at sjálvandi skulu karmarnir verða í lagi, og at nógv kundi verið betur, men við globaliseringini er tað helst soleiðis, at hóast politiskar forðingar, finnur vinnan altíð sínar vegir at ganga, sigur Jóhanna á Bergi.