Eftir at Brandur Sandoy í grein við info sigur seg verða kláran til ein landsstýrissess, hava vit roynt at lodda dýpið og hugsað, hvør hitt landsstýrisfólkið kann fara at vera. Ein møguleiki kundi kanska verið skiparin úr Sandvík, ið áður hevur sitið á tingi í hesu setuni fyri Fólkaflokkin.
Og hann er klárur at taka av, skuldi hann fingið møguleikan, sigur hann, nú vit spyrja hann, um hann hevði sagt ja til ein møguligan sess.
– Eg havi sjálvandi hugsað tann tankan, ja. Fiskivinnan er jú mítt hjartamál, og eg havi verið fiskimaður, síðan eg fór úr 9. flokki. Eg hugsi eisini, at tað kundi verið sunt, at ein fiskimaður sat við róðrið eitt skifti, sigur Jóhan Eli Poulsen.
Í hesi setuni sat hann fyrst í gott eitt ár sum varamaður fyri Anniku Olsen, ið tá var borgarstjóri í Havn, og so sat hann aftur í nakrar vikur seinri aftur.
Jóhan Eli Poulsen harmast um íkomnu politisku støðuna, nú samgongan er í tvíningum aftaná málið um sammøður. Hóast nógvar gitingar eru um, at frægasta loysnin hjá løgmanni nú er at útskriva val, so hava floksformenninir í samgonguni boðað frá, at teir vilja royna at finna eina loysn, so samgongan kann halda fram. Tað sama vónar Jóhan Eli Poulsen.
– Eg vóni og vænti, at samgongan heldur fram, tí hendan samgongan hevur fingið nógv stórmál av skafti, og stevið í samgonguni hevur verið heilt hampuligt, sigur hann.
– Tað vilja altíð verða maktkampar, ið fara fram, bæði millum flokkar og innanfloks. Tað, sum hendi í gjár, kann tykjast heilt løgið, og tað sum vit hava frætt úr miðlunum eg bert úr vinklinum, at man vildi fella sjálvt málið um sammøður. Eg haldi, at málið hevur snúð seg nógv meir um loyalitetsprincippið enn nakað annað, sigur Jóhan Eli Poulsen.
– Og tá ið flokkurin ikki klárar at fáa fólkini í tinginum at halda gjørdar avtalur, er lítið annað at gera enn at koyra landsstýrisfólkini inn. Talan hevur nokk aldrin verið um, at tey skuldu koma inn í bert hesum eina málinum, tí tey vistu framman undan, at Heðin Zakariassen fór í farloyvi, um so varð, sigur hann og leggur aftrat.
– Eg havi alla virðing fyri hansara grundgevingum. Fólkaflokkurin er ikki vanur við at vera í opnum stríði í miðlunum, tí er hetta sera harmiligt. Men tíðin lekir øll sár, sigur orðatakið, so flokkurin má líka fáa fótafestið aftur og so hyggja fram eftir, sigur hann.
Av tí at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard fóru úr Landsstýrinum í eini roynd at fella málið um sammøður, mangla tvey landsstýrisfólk nú - eitt í almannamálum og eitt í fiskivinnumálum. Løgmaður hevur gjørt greitt, at tey bæði sleppa ikki aftur í Landsstýrið. Tí er stóri spurningurin nú, hvørji nýggju landsstýrisfólkini skulu vera, um hendan samgongan yvirhøvur heldur fram. Brandur Sandoy hevur sum sagt longu boðað frá, at hann er klárur at taka við, og Jóhan Eli Poulsen er ikki avvísandi um sama.
LES EISINI: Nú bjóðar hann seg fram at fara í landsstýrið
Er tað nakað serligt mál, tú vilt fremja sum landdstýrismaður í fiskivinnumálum?
– So avgjørt, har er ein rúgva at tríva í. Ikki tí, Jacob Vestergaard hevur gjørt eitt megnar arbeiði alla tað tíðina, hann hevur sitið har. Vit hoyra dagliga um, hvussu nógv meir, ið vinnan skal gjalda í stóra pott, men ikki hoyra vit nógv til søguliga ringu støðuna hjá heimaflotanum, so tað er avgjørt nakað, ið eg hevði tikið upp beinanvegin.
– Men lat okkum nú síggja, enn havi eg ikki fingið sessin ítøkiliga í boði, men fái eg hann í boði, ivist eg ikki í at taka av. Tað hevði eg eisini gjørt, um eg fekk hin sessin í boði, hóast fiskivinnusessurin liggur mær natúrliga nærri, sigur Jóhan Eli Poulsen.